Bloggur: Eyð súkklar fyrstu testina

So hevur Eyð Matras verið til fyrstu testina hjá Team Rynkeby Føroyum 2019. Seinast greiddi hon frá avbjóðingini við klikkskóm. Nú hevur hon sett seg á súkkluna og skal súkkla test…

 

Eyð Matras bloggar:

Eg havi spunnið í allan vetur, - og onkur túrur hevur eisini verið uttandurða. Eg eri komin væl frá byrjan, -  detti ikki so illa longur og havi vant meg við klikkskógvarnar. Men nú byrjar tað av álvara, og vit hava havt okkara fyrstu test.

 

Næstan ikki blundað

Leygarmorgun 19. januar 2019. Klokkan er farin av 8.00. Vit eru á veg til Havnar, -  fjøllini eru flekkut, - tað hevur regnað í alla nátt. Kalt er, og krapi liggur fram við vegjaðaran. Temperaturmátarin í bilinum vísir tvey hitastig, tá vit koma til Hvalvíkar. Tummas koyrir og eg siti og durvi. Gulu súkklurnar hanga aftanfyri á bilinum.

Les eisini 1. part við at trýsta HER

Eg havi næstan ikki blundað á náttini. Spent og eitt sindur fjálturstungin áðrenn mína fyrstu test. Mínar ringu svøvngávur verða helst mín størsta  avbjóðingin á ferðini. Eg havi ligið og vent og dreyað mær í songini, og lurtað eftir vindinum og snorkinum hjá Tummasi - eg ilskist inn á veðrið og inn á hann. Hvussu skal hetta fara at ganga? - Áh, mær leingist eftir dýnuni.... Eg havi hug at angra, men sigi tað ikki hart.  Hetta er óðamannaverk.

 

Spentir súkklarar

Klokkan nærkast 10, tá vit steðga uttan fyri Eysturskúlan. Her er longu fult av bilum, fólk og súkklum. Í gulum jakkum og hjálmum rigga tey súkklurnar til. Onkur stendur og bankar kava undan klikkskónum.

Vit heilsast - nøkur hálsfevnast. - Góðan morgun: Nú, hvussu stendur stendur til....? Nei, eg eri ikki einsamøll um at vera spent. Humørið lættnar. Eg kenni angan av kaffi koma rekandi út frá tí, sum helst er lærarastovan á skúlanum. Servis-liðið er uppá pláss. Ein brúnakaka stendur á borðinum. Eg fái mær ein bita við kokus omaná.

Í Team Rynkeby eru vit øll í sama báti, - Gaman í, onkur er betri fyri enn annar, men øll vita, hvussu tað kennist fyrstu ferð. 

Áh, dett suss.....

 

Alt verður fiksað

At vera liðskipari í slíkum hópi, krevur eina sterka rødd, Rúni Juul er lærari og hevur góðan autoritet. Í dag skulu vit læra at súkkla í tveimum rekkjum og halda hóskandi frástøðu. Tey royndu skulu læra tey nýggju.

50 súkklarar, - klárt er at fara avstað. - Nei, 49, - ein hevur gloym sín hjálm og er farin heim eftir honum. Vit bíða.  Altíð okkurt. Sjálv havi eg onga lykt. 

Men alt verður fiksað, fólk eru vinarlig. Vit skulu hetta saman.  Kim hevur eina eyka lykt við, sum eg læni.

 

Hví ikki loysing og samband?

Eg havi tunguna mitt í munninum, tá vit koyra avstað, - út úr Havnini á veg til Hósvíkar. – Konsentratión. - Tað ræður um ikki at taka óráð fyri.

Í Hósvík er steðgur.

Enn er alt eitt sindur rokaligt, og eg kenni als ikki øll. Práti við eina konu á servis-liðnum. Hon er mamma, omma og langomma - nei, tað sæst ikki aldur á henni.

Heimaftur er kalt. Mótvindur. Eitt groft vátaslettingsæl roynir at køva mín eldhuga. Í onkrari brekku knípur at halda ferðina. Vit hava lært, at um tað dragnar millum súkklararnar, skal rópast: Deiling! - So slakkar tann fremsti ferðina, og tá fast er aftur, verður rópt: Samling!  Men er hetta ikki eitt sindur danskt?

Eg fløkist í orðunum og hugsi: Hví ikki rópa ,,loysing”, - tá tað slitnar og ,,samband”  tá fast er aftur? 

Soleiðis fara tankarnir avstað við mær. Vit práta, onkur skemtar.    

 

Ótolin – men smílandi bilførari

Eg havi hoyrt onkran siga: Tá gulu súkklurnar eru komnar út á vegin, er várið í nánd.

Komin niðan á Sandvíkahjalla eru vit atvoldin til eina heldur langa kø av bilum, sum stendur og bíðar. Eg fái eygnasamband við bilførara, - hann sýnist ótolin, trummar fingrarnar niður í rattið. Eg smílist. Hann smílist aftur.

Vónandi fegnast bilførararnir eisini um gulu súkklurnar á vegnum.

Vit koma oman í Havnina í øllum góðum. Bert seinasta strekkið er eftir.  Brekkan niðan til Eysturskúlan. Mann hon minna um Huy?

Eg herji á hana, - sitandi. Dugi ikki so væl at standa uppi og súkkla, - enn.

Testin er endað. 54 kilometrar. - Miðalferðin er 21 kilometrar um tíman. Liðskiparin er nøgdur . Eisini eg.  

 

Men...

Dagin eftir fari eg á kafé og ein kona spyr: 

-Nú, hvussu gongst at súkkla?  

- Finasta slag. Eg eri errin og reypi um testina.  

- Tú ert ófør, sigur hon og spyr: - Hvussu langt skulu tit súkkla, tá tit fara til París?

- 80 kilometrar um dagin, svari eg, men fari so at ivast. Eg spyrji Tummas. Hann hyggur at mær, sum um eg var dottin av mánanum:  - 80 kilometrar um dagin...?

- Tú skalt súkkla umleið 200 kilometrar um dagin,- sjey dagar í trekk!!!

 

P.S Gott at hava í huga: Ein skal ikki gloypa allan hvalin, men bíta ein bita í senn.

 

P P. S. Mur de Huy er ein øgiliga brøtt brekka í Belgia, sum øll ynda at tosa um og óttast. Tummas sigur, at tá eg klári Bumshamarsbrekkuna og Norðadalsbrekkuna, – klári eg eisini Mur de Huy. Livst so spyrst.

 

*Um Eyð Matras: Hon er nýggj í Team Rynkeby Føroyar og bloggar um lívið sum Rynka. Maðurin, Tummas Joensen, hevur verið við fyrr. Saman eiga tey børnini Tóru og Flóvin. Tóra fekk krabbamein í høvdið og var ein av teimum TRF ynskti at hjálpa, tá tað varð sett á stovn í 2014. Tóra doyði árið eftir seytjan ára gomul. Eyð Matras er 55 ára gomul, - journalist og sjónleikari og býr í Klaksvík.