Endamálið var størri virðisøking í Føroyum

Eitt av endamálunum við nýggu lógini um fyrisiting av sjófeingi er at skapa eina størri virðisøking í føroyum


Fiskurin hevur í mannaminnir verið størsta føroyska útflutningsvøran.

Í dag er tað laksurin.

Kortini fyllir fiskaútflutningurin rættuliganógv, tí fiskivinna á sjógvi og landi skapar nógvarbeiði á landi – bæði til fólk, sum beinleiðisstarvast í vinnuni, men eisini hjá undirveitarum.

Fiskavirkini á landi arbeiða fisk av føroyskalandgrunninum, fisk av fjarleiðunum, men tey innflyta eisini frystan fisk til virkingar í Før­ oyum.

Vit í politisku skipanini vita væl, hvussu av­gerandi føroyska fiskivinnan er fyri føroyska búskapin, sigur Høgni Hoydal, landsstýris­ maður við fiskivinnumálum.

Hann vísir á, at endamálið við lógini um sjófeingi eisini er, at meira skal fáast burturúr tí tilfeingi, sum føroyingar hava rætt at fiska.

Men vit vita eisini, at stórar avbjóðingar enn eru, sum ikki eru loystar. Lógin sigur, atallur fiskur skal landast í Føroyum, men faktiskeru vit ikki komin so nógv longri enn tað enn, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Ætlanin er eisini, at minst 25 prosent skulu seljast yvir eina føroyska uppboðssølu, men har hava vit rent okkum í fleiri trupuleikar, sum vit enn ikki hava loyst, sigur landsstýrismaðurin.

Sølukrav

Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so vilja fleiri av føroysku virkjunum, at allur

føroyskur fiskur – tað vil siga, fiskur sum er veiddur undir Føroyum og kvotur vit hava aðrastaðni – virkast í Føroyum.

Tað hevði sjálvandi givið størstu virðis­ økingina í Føroyum, men enn hava vit heldur ikki funnið ein leist fyri hvussu hetta kann gerast, sigur landsst+yrismaðurin.

Hann vísir á, at tað kann fáa keðiligarfylgjur, krevja føroysku myndugleikarnir at allurfiskurin skal virkast í Føroya sambært lóg.

Grannalondini hava ikki slíkar lógir, menhinvegin so duga tey at skipa so fyri, at fiskurinendar í teirrra londum, sjálvt um hægri prísur fæst í Føroyum til dømis.

Í løtuni er tað soleiðis, at í Íslandi er prísurin á toski munandi lægri enn hann er í Føroyum. Kortini koma ongi íslendsk skip til Føroya at avreiða.

Tað eru sjálvandi fleiri frágreiðingar, men ein partur av forkláringini er vertikala integra­tiónin – at skip og virkir hava sama eigarar. Tað ger, at skipini kortini landa til virkini, sum hoyratil somu fyritøkuna, sum eisini eiga skipini, sigur Høgni Hoydal.

Men íslendingar hava eisini lagt forðingar fyri, at føroyingar sleppa at landa har teimum lystir, tá ið talan um, at føroysk uppsjóvarskip fiska lodnu av íslendsku lodnukvotuni, sum føroyingar hava samráðst seg til ein part av.

Her er heilt greitt talan um,at íslendska vinnan virðisøkir lodnu og lodnurogn til ser­ ligar marknaðir – serliga Japan – og tí forða teir fyri, at aðrir aktørar kunna troðka seg inn á somu marknaðirnar.

So hóast lógirnar í grannalondunum ikki forða fyri, at teirra skip landa í Føroyum til dømis, so er øll skipanin skrúða soleiðis saman, at tað sjáldan loysir seg at fara uttan­ lands at selka.

Dømini um tekniskar forðingar eru nógv. Tildømis missa íslendsk skip pafrtar av kvotum, fara tey uttankands at selja íslendskan fisk.

Batar kortini

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum ásannar, at enn eru stórar avbjóðingar e3ftir atloysa, men vísir samstundis á, at lógin um fyri­siting av sjófeingi bøtir um viðurskiftini.

Í grein 49 í lógini stendur, at allur fiskur veiddur undir Føroyum ella av føroyskum kvotum í fremmndum skógvi skal landast í Føroyum.

Tað er kortini eitt sig á vegnum,a t fiskurin skal landast her. Hetta er gjørt fyri at tryggja okkum at nakað av arbeiði stendst av hesum í Føroyum. Eitt annað, sum eisini stendur í lógini, er, at alt av fiskinum skal takast við til lands, sigur landsstýrismaðurin.

Lógin ásetir, at høvd og garnar skulu takastvið til lands og ikki blakast út aftur.

Hetta er sett í lógina, tí tað er ikki rætt, at vit blaka partar av kvotum, sum vit hava samráðst okkum til útaftur. Tað er ein orsøk,men tað snýr seg eisini um, at vit eggja til at vitmenna fyritøkur á landi, sum ggagnnýta hetta tilfeingið, sigur Høgni Hoydal.

Føroysku myndugleikarnir hava í mongum førum brúkt Ísland, sum fyrimynd. Har hevur

Matis­stovnurin seinnu árini ment ymisk, sum kann gangsnýta partar av fiskinum, sum annars bert var tveitt útaftur ella fór til mjøl­ verksmiðjurnar sum slógv.

Vit hava havt fundir við matis, men tíverri erhetta ikki komið so langt enn, men lógin sigur altso, at alt nú skal førast til lands, sigur lands­ stýrismaðurin.

Hann leggur eisini stóran dent á eina umsitingarætlan fyri fiskastovnarnar undir Føroyum. Í stóran mun verður hetta eitt krav, skal veiðan undir Føroyum góðkennast sum burðardygg.

Eg veit væl, at onkur heldur fast við, at taðer ikki neyðugt við einari umsitingarætlan, menskal veiðan góðkennast sum burðardygg, so krevst at vit hava eina ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast í longdini. Tí er nógv orka brúkt uppá at fáa ein slíka skipan í lag, sigor Høgni Hoydal.

Men nær vit koma so langt, at alt skalvirkast í Føroyum tori eg ikki at siga nakað umí dag og eit heldur hvussu vit loysa spurningin viðvíkjandi innflutnings og útflutnings kreditti til føroysku virkini, leggur hann afturat.

Men vit kenna til trupulleikarnar og hava fundir við vinuna, um hvussu vit loysa hendan trupulleikan, sigur Høgni Hoydal, landsstýris­ maður við fiskivinnumálum.