Eyð Matras: Mín fyrsti túrur í klikkskóm

Eyð Matras er nýggj í Team Rynkeby Føroyar og bloggar um lívið sum Rynka


Eyð Matras er nýggj í Team Rynkeby Føroyar og bloggar um lívið sum Rynka. Maðurin, Tummas Joensen, hevur verið við fyrr. Saman eiga tey børnini Tóru og Flóvin. Tóra fekk krabbamein í høvdið og var ein av teimum TRF ynskti at hjálpa, tá tað varð sett á stovn í 2014. Tóra doyði árið eftir seytjan ára gomul. Eyð Matras er 55 ára gomul, - journalist og sjónleikari og býr í Klaksvík.

 

Fyrsti túrurin

Eg minnist ilt á kensluna, tá eg fór í hesar strømmu súkklubuksurnar á fyrsta sinni - fekk ikki anda, og fór næstan í panikk. Syntetiskt stoff hóskar ikki júst til kvinnur í skiftisárunum, men ein venist við alt, -  má eg bara sanna. 

Nógv er at minnast til, áðrenn farið verður avstað, - vatndunkurin skal fyllast, telefonin løðast, handskar, lyktir og eyka battarí skulu við. Hjólini skulu pumpast og hjálmurin uppá. Eg stingi eina banan í lumman at hava við.  

Eg gangi skinklandi eftir kjallaragólvinum - hetta er mín fyrsti túrur í klikkskóm. Havi hoyrt so nógvar ræðusøgur um klikk, sjálvt mamma er ørkymlað,- hon hyggur eftir Tour de France í sjónvarpinum.: - “....Men tú ert jú føst á súkkluni, um tú dettur fylgir súkklan við. Eg havi sjálv hugsað tankan. Eri vaknað á miðjari nátt við bankandi hjarta.: Klári eg at hugsa klárt og klikka skógvarnar av um eg detti?

Eg eri í lántum fjaðrum nú eg fari avstað, - Katrina eigur skógvarnar, Tummas buksur og jakka, og Aksel Haraldsen súkkluna.

TÓRA - stendur á henni við stórum svørtum stavum.  

 

Stovnað í 2014

Føroyska deildin hjá Team Rynkeby varð stovnað í 2014, – tá var Tóra sjúk, hon hevði krabbamein í høvdinum. Fleiri súkklistar høvdu sett hennar navn á sína súkklu.

Eg gangi í klikkskónum oman á slætt, seti vinstra fótin á pedalina, - tað sigur klikk. Eg traðki við einum beini eftir Vágsheygnum, hetta er mín barndómsgøta. Tummas er fremstur: - Kom nú! rópar hann. Koyr eisini hitt beinið uppá. Hann stendur við hornið oman Víkabrekkuna og hyggur: - Ongin bilur er í nánd!    

 Klikk! Nú eru báðar føturnar fastar.

 - Ikki vera bangin. Set ferðina upp. Tummas er ótolin. 

Eg muti ímóti.: Hvat nú hviss ...? Men her er ongin náði, boðini eru greið. 

Tig! Lurta og ikki snakka!

 

Tummas er í zen við sína súkklu. Smidligur fer hann framvið við parkaðu bilunum á Nýggjavegi..... Guðsdoy! Nú stendur hann uppi og hoppar.  Hví ger hann so? Vit eru komin til rundkoyringina við Gamla Spinnaríið:.  – Hatta var fyri at sleppa undan holunum, sum eru í vegunum, greiðir hann frá.   

Nei! Álvara! Eg flenni. Ein hoppandi gul i kanin á súkku til Paris?  

“Ikki dreiva!”

Vit koyra út eftir Oyravegnun, - Borðoyarvík liggur í silvitni. Hygg! Har er Vevskúlanum úti í Grøv. Aina Cederblom, sigldi úr Svøríki til Føroyar í sínum lítla maskinbáti Rospiggen II og bygdi vevskúla har - ja, hví ikki eg á súkklu til París?   

IKKI DREIVA! Tummas rópar. Tú súkklar mitt á vegnum! Hann er komin upp á liðina á mær:  -Tú mást konsentrera teg. Súkkla tættari strikuni. Hann setur ferðina upp: - Eg bíði eftir tær har úti, rópar hann, í tí hann yvirhálar    

Tá ið eg komi út á Oyrar, stendur Tummas og ...... pissar.... hvussu gera kvinnurnar á liðnum, tá ið tær koma í neyð?

Á veg heimaftur terpi eg gear.    

Stóra klinga upp, - tungt – fram eftir sløttum.  

Lítla klinga niður, lætt – tá eg koyri niðan brekku. 

Høgra upp og vinstra niður... eg fløkist.... hendurnar ána ikki havt hvør ger, men súkklan trillar, tað gongur við strúkani ferð… norður eftir Ánavegnum og fram við gulu SEV- húsunum á Strond. Hvassar hvirlur skrykkja í kroppin, tá ið farið verður um Haraldssund.

Gott, at endin er bleytur

Í Kunoyartunninum er kalt.  Tann hvíta strikan á vegnum hvørvur fyri mínum eygum, og eg fari skinklandi aftaná. Tummas er aftanfyri: – Tú skalt koyra so nær strikuni, at ein stórur lastbilur fær koyrt framvið. Eg eri hjartkipt, men hjartansfegin, tí mótkoyrandi bilar steðga og halda av. Tíverri tori eg ikki at lyfta hondini í tøkk. 

Oman eftir Kunoyarvegnum eru nógvar holur. Tummas setur ferðina upp: - Lyft reyvina uppfrá, so tekur tað ikki so hart. Eg tori ikki at standa ei heldur at hoppa, men siti pinnstív á súkkluni, krøki hendurnar um róðrið, - knúgvarnir eru krita hvítir, og eg bíti saman tenn. Eg sigi bara: Gott, at endin er bleytur.

Kom nú! Skjótari!

Vit høvdu mótvind norður, nú hann er undan heim. Long brekka er fyri framman. 

- Nú skalt tú koma upp í ferð. Tummas súkklar undir liðini á mær. Hann rópar.: - Kom nú! Skjótari!

Eg vindi sum eitt ørt.  

- Tú skalt longur upp í ferð....

Men eg tori ikki ........

- Jú, ........ Hann byrjar at telja...

- Nú koyrir tú 40.....  rópar hann....... 45....., ......   49,..... 49,5 ..... Eyð, nú koyrir tú næstan 50...... !!!   Hann ýlir í vindinum.

Tummas hevur fortalt, at tað skjótasta hann hevur koyrt er 80!!! Huff. Eg minnist ilt á, tá ein bilur rendir á hann og hann fór sendandi, breyt seg sundur, men fór upp aftur á hjólhestin og vandi leingi við brotnari hond og slapp til Paris.  

Nei! Eg seti føti í spenni. Skjótari verður tað ikki í dag.   

Vit leggja tunnilin afturum okkum, svingað um Haraldssuna og mógvað fram við SEV-húsunum á Strond. Niðan eftir Ánavegnum gongur við strúkandi ferð. Hetta er ikki so galið. Eg hugsi um allar brekkurnar, sum eru fyri framman og murri.: “Kenna tit brekkurnar, sum eru her í Føroyum: Víkabrekka, Brattabrekka, Kirkjubrekka, Langibrekka, Stuttabrekka og brekkuna niðan til okkum ...”

Steðgi við kjallarhurðina og klikki skógvarnar av.

Beint tá hyggi eg upp og síggi beint í kamarsvindeygaði hjá Tóru. Áh, Tóra - Gud viti hvat hon hevði sagt um hon sá meg nú. Eg fái klump í hálsin. Tár renna eftir kjálkanum.

nei, her fái eg onki svar, men Flóvin, er errin, haldi eg. 

Eg seti súkkluna frá mær, - ásannandi, hetta verður ikki bara bara. Her skal nógv orka og venjing til.

 - Tak ein dag í senn, sigur Tummas. - Hugsa hvar tú ert nú, og hvar tú ert um eitt hálvt ár. Tá eru tveir mánaðir eftir at venja í til tú skalt avstað. 

Gott, at vit eru í felag. Saman.

Vónandi eg eisini eitt sindur meir í zen.  

 

PS. Síðan fyrsta mín fyrsta súkklutúr við Tummasi, fór eg avstað einsamøll ein dagin. Eg datt, - fýra ferðir og lærdi: Tá ið tú ert í klikkskóm, mást tú ikki fara uppá súkkluna í mótbrekku. Ikki sum nýbyrjað í hvussu er. Eg hevði eina leskiliga banan í lummanum at fáa mær komin til  Kunoyar. Men bananin var kroyst, - bleyt og kleimd, -helst hon, sum tók ringasta stoytin. men halt kipp - eg fekk eisini ilt.