Fólk verða villeidd um yvirvekt

- Ert tú vorðin ov prúð/-ur, ger tín hormonskipan tað nærmast ómøguligt at tapa teg, sigur fitiserfrøðingur og yvirlækni.

 


- Vegurin er skiftandi heilsugóður kostur við nógvum grovum grønmeti, sigur fitiserfrøðingur og yvirlækni.

- Vegurin er skiftandi heilsugóður kostur við nógvum grovum grønmeti, sigur fitiserfrøðingur og yvirlækni.

Altjóða viðurkendi fitiserfrøðingurin og yvirlæknin, Jens-Christian Holm, heldur, at nøkur fólk, sum viga ov nógv, verða villeidd av heilsumyndugleikum og politikarum. Hann vísir á, at hormonskipanin er størsti fíggindin og mótstøðumaðurin, tá tú fyrst ert vorðin fongd/-ur við yvirvekt.

 

- Ert tú fyrst vorðin ov feit ella feitur, er talan um ómetaliga stórar biologiskar kreftir í kroppinum. Men, henda sannroynd verður ikki tikin við í tær stríðsætlanir, sum Heilsustýrið og okkara politkarar leggja fyri dagin, tá fiti og yvirvekt skulu fyribyrgjast. Tí noyðast heilsumyndugleikarnir at viðurkenna, at teirra átak móti fiti ikki riggar.

 

Jens-Christian Holm heldur, at tað er upp á tíðina, at fiti verður viðurkend sum ein kronisk sjúka og tí skal viðgerast á ein heilt annan hátt, enn gjørt verður í dag.

 

- Vit skulu viðurkenna, at fiti er ein reguler sjúka, sum førir við sær fleiri enn 20 ymiskar hjásjúkur og fleiri sløg av krabbameini. Alt eru sjúkur, ið oyðileggja lívið hjá einum menniskja, leggur yvirlæknin og fitiserfrøðingurin dent á.

 

Hann vísir á, at nútíðarfyribyrging móti fiti í høvuðsheitum snýr seg um orkujavnvág. Tað merkir, at tann, sum er rakt/-ur av fiti, skal eta minni, enn viðkomandi forbrennur. Men, tað er sambært fitiserfrøðinginum púrasta skeivt.

 

- Flestu fólk og tíverri eisini flestu serfrøðingar siga, at fitisavnan og orkujavnvág er ein passiv gongd, har nógv taka uppá í vekt, um tey eta fleiri kaloriur, enn tey forbrenna. Men, soleiðis hongur tað ikki saman, og tað er ógvuliga avgerandi, at vit skilja tað. 

 

Jens-Christian Holm vísir á, at orkujavnvágin er stýrd av sonevndu leptin-skipanini. Henda skipan hevur eitt ósamsvar sum ger, at hon vil gera alt fyri at tryggja, at mongdin av feitti, sum likamið hevur bygt upp, ikki minkar, men heldur verður enn størri.

 

Hann sigur, at leptin-skipanin er ein biologisk skipan, sum regulerar feittmongdina hjá menniskjum og dýrum, men serfrøðingar á økinum skilja ikki, hvussu framúrskarandi kroppurin í veruleikanum er, tí kroppurin er nevniliga førur fyri at verja, varðveita og viðlíkahalda sítt yvirskot av feitti.

 

- Hetta er ein kampur, sum fólk við stórari yvirvekt hvørki kunnu vinna við røslu ella við at eta minni. Tað er ein katastrofa, at fólk, sum líða av yvirvekt, eru koyrd út á hetta síðuspor. Tað er ógvuliga tyngjandi fyri tann einstaka at líða av stórari yvirvekt. Tað kostar eisini nógvan pening fyri samfelagið, tá hesi skulu hava framskundaða fólkapensjón og annars skulu viðgerast í fleiri ár fyri ymiskar fylgisjúkur.

 

Jens-Christian Holm er tó samdur í, at tað eisini eru bólkar av fólki, sum viga ov nógv, men sum kortini eru frísk og hava góða heilsu og arbeiðsførleika. Í staðin fyri at brúka orkuna upp á hesi, heldur fitiserfrøðingurin, at meira átti at verið gjørt burtur úr teimum, sum veruliga hava trupulleikar av stórari yvirvekt.

 

- Hesi áttu heldur at fingið staðfest eina kroniska diagnosu og verið í lívslangari medisinskari viðgerð og eftirliti, sigur yvirlæknin, ið er mótstøðumaður av ymiskum kurum, sum lesast kann um í eitt nú kvinnubløðum.

 

Hann heldur, at vegurin fram er skiftandi heilsugóður kostur við nógvum grovum grønmeti.

 

- Tað ræður um at skilja grundleggjandi mótstøðuna í kroppinum ímóti at tapa seg. Tí er tað so umráðandi at halda sína røttu vekt alt lívið. Menniskju eru biologisk sæð ikki bygd til at sita still og samstundis hava lætta atgongd til mat í stórum nøgdum, sigur Jens-Christian Holm.

Kelda: www.helse.dk