Gólv - ein heimur fyri seg

- Tað eru nógv fólk, sum keypa góða góðska og brúka pengar upp á gott trægólv. Nábúgvin spyr ikki hvat er inni í teimum nýggju veggjunum, men spyr um tað, ið sæst.

Ein av teimum heilt stóru og truplu avgerðunum, tá man byggir nýtt er hvat slag av gólv man ynskir í heiminum. Tað sæst eisini aftur á ymiskum heimasíðum á netinum og bólkum á Facebook, har tað er vanligt at síggja fólk leita sær ráð um eitt ótal av spurningum. Hvat gólv er flott, hvørji slítast væl, um tey eru løtt at halda reint, um tað skal vera træ ella plast og um hiti skal vera undir eru bara nakrir av spurningunum.

Tað er eisini væl skilligt, tí gólvið er eitt av teimum mest sjónligu og g jøgnumgangandi lutunum í nýgg ja heiminum. Gólvið er saman við veggjunum og loftinum við til at seta rammurnar fyri restina av heiminum og hevur ein stóran leiklut, tá sofur, innbúgv, málningar og annað skal keypast. Um innbúgvið ikki riggar við gólvið er nevniliga lættari at keypa eina aðra lampu, sofu ella annað, enn tað er at skifta gólv.

TRÆ OG LAMINAT ERU BEST UMTÓKT

Fyri at fáa svar upp á nakrar av teimum mongu spurningunum um gólv hevur Kveik vent sær til Monrad Mouritsen, ið seinastu 35 árini hevur arbeitt sum gólváleggjari, og kennir tí betri enn flestu til økið. Hann

vísir á, at tá tað kemur til gólv, so eru tað serliga tvey sløg, ið føroyingar hava verið glaðir fyri seinastu árini.

- Tað eru trægólv og laminatgólv, ið eru nógv tað mest brúkta í føroysku heimunum í dag. Tað eru nøkur, ið velja at legg ja vinylgólv, men tey eru fá, sigur royndi gólválegg jarin.

Við træ- og laminatgólv er talan um tvey ymisk sløg av gólvi, ið hava ymiskar fyrimunir og vansar. Hjá teimum, ið ikki hava nakað ímóti viðlíkahaldi, fellur valið vanliga á trægólv, ið eisini eru heitari at ganga á enn laminatgólv. Men um man ynskir at sleppa undan viðlíkahaldinum, so fellur valið vanliga á laminatgólv, tí har krevst als einki viðlíkahald.

Meðan træ- og laminatgólv eru millum tey mest seldu gólvini í dag, so er eitt gamalt rák á veg aftur í føroysku heimini.

- Sølan av teppum er uppgangandi. Tað hevur annars verið burtur í longri tíð. Fyri 20 árum síðan tosaði man nógv um støv frá teppum, og gjørd tað, at fólk valdu tey frá. Men nú er góðskan á teppum munandi betri og fleiri eru farin at velja ta loysnina. Serliga í gongum og stovum, har man ikki ynskir larm, sigur Monrad Mouritsen.

VELJA GÓÐSKU

Ein av høvuðsorsøkunum til, at trægólv eru so væl dámd

í dag, er at tað er vorðið so nógv bíligari enn tað var fyri nøkrum árum síðan. Tí eru tað fleiri, ið hava ráð til tað í dag. Men samstundis sæst eisini eitt rák, har fólk gjarna gera eina íløgu í eitt dýrt gólv.

- Tað eru nógv fólk, sum keypa góða góðska og brúka pengar upp á gott trægólv. Nábúgvin spyr ikki hvat er inni í teimum nýgg ju vegg junum, men spyr um tað, ið sæst. So fólk ganga høgt upp í tað. Tey sum hava pengar um hendi eru farin at keypa dýr gólv, fín træsløg og dýr teppir, sigur gólválegg jarin.

Tað eru serliga tvey sløg av trægólv, eik og fura, ið verða nógv seld í hesum døgum. Fyrimunurin við eik, er at tað slitsterkt, meðan fura er gott at ganga á, men slítist nógv skjótari enn eik. So meðan eitt eikgólv kann halda í 15 ár, so er neyðugt at skifta furagólv munandi oftari.

Fyri nøkrum árum síðan byrjaðu alsamt fleiri fólk at leggja hita undir gólvið. Hetta er eitt rák, ið hevur vundið so nógv upp á seg nú, at tað nærum er eingin longur, ið ikki ger tað.

- Næsta øll nýggj hús í dag hava hita í gólvinum. Tað verður oftani gjørt í samband við jarðhita, tí sparingini í orkunýtslu er so stór, sigur gólváleggjarin.