Heimagjørt 'beylis'

Føroyingar skulu hava sítt ‘beyliis’. Aftur­ við kaffi. Umborð á flogfarinum. Oman á døgurðan. Tað slepst ikki undan. Eg noktaði leingi at servera tað úti hjá mær í Nólsoy, men eitt kvøldið, áðrenn eitt døgurðaborðhald, hevði onkur sníkt seg at seta eina sovorðna svarta plastikfløsku á køl... (ansa tær køliskápssníkjari, eg haldi, at eg veit, hvør tú ert!)... og... tá tað nú var har, og viðskiftafólkini spurdu eftir tí, ja so bleiv tað selt.

Smakkurin aftaná var einki serligur ikki í mínum munni, tí at kvaliteturin á tí keypta er so vánaligur (og mær dámar ikki at taka pengar fyri sovorðna skræpu) og allar helst heldur ikki í teirra munni... ja, av somu orsøk. Ok, nú bleiv eg kanska í so næsadjørv; men eg haldi tað veruliga vera spell at skola døgurðan niður við hasum (ultra sukursøta) svansinum. Tankin er annars góður: kremutur whisky likørur. Tankin, tankin, tankin, hugsa.... Hugskot!

Sjáldan er forvitin fegin, so siga tey. Men eg haldi ikki at hatta passar. Mítt botnleysa forvitni letur meg ofta detta fram, niður, aftur og upp á alt møguligt spennandi og stuttligt: Millum annað tankan um heimagjørt ‘beylis’. Eg meini so við, hvussu ringt kundi tað vera? Tað kundi illa vera verri enn hitt ‘vanliga’. Ok, nokk nasadirvi fyri ein dag. Fari at fáa mær eitt glas av heimag jørdum beylis at køla meg niður við.

Ahh...

Nú er betur. Niðurkøld. Við góðum ‘beylis’. Mmmhhh... Dirvið kom aftur í nøsina. Tað er sum forkølilsi hevur torført við at sleppa nøsini aftur, tá ið tað fyrst hevur fest seg.

750 ml - 15 til 20 gløs

250 ml av whisky

250 ml av róma

250 ml av kaffi/kakao-siroppi

 

Fyrstuferð eg royndi hesa uppskriftina átti eg kaffi/kako-siropp, og tí var tað so ótrúliga nemt og skjótt: Blanda whyski, róma og siropp. Liðugt. Servera við ísterningum.
Tað er enn nemt og skjótt, og eg haldi at heimagjørdi siroppurin ger tað enn betur.