HON

Koppseting gevur eyka verju

Børn, sum fáa eina sonevnda MFR-koppseting í fýra ára aldri, eru í minni vanda fyri at fáa aðrar álvarsamar sjúkur.

 

Tað verður viðmælt, at børn fáa tvær sonevndar MFR-koppsetingar móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Koppsetingarnar skulu gevast, tá børnini eru ávikavist 15 mánaðir og fýra ára gomul.

 

Sambært www.sundhed.dk er tað eitt rættiliga gott hugskot at taka av hesum tilboði. Gransking hjá Statens Serum Institut vísir nevniliga, at børn, sum fylgja ráðunum og eisini fáa seinnu MFR-koppsetingina, eru í minni vanda fyri at gerast innløgd í tveir dagar ella fleiri orsakað av øðrum álvarsomum ígerðarsjúkum enn meslingum, fárasjúku og reydlingum, sum koppsetingin annars er fyri.

 

Hinvegin vísir granskingin eisini, at MFR-koppseting ikki gevur ein minni vanda fyri stytri innleggingum orsakað av ígerðum og ei heldur minni nýtslu av heilivági.

 

- Vit halda, at tað eru tær mest álvarsomu ígerðarsjúkurnar, sum føra til langar innleggingar á sjúkrahúsi. Einki av børnunum í kanningini varð innlagt við meslingum, fárasjúku ella reydlingum. Tí bendir okkara kanning og gransking á, at endurkoppseting við MFR gevur eyka verju móti álvarsomum ígerðum, sum vanliga ikki verður roknað við, at koppsetingin verjir ímóti.

 

Tað sigur Signe Sørup, sum er ein av granskarunum aftan fyri kanningina og eisini er ph.d. hjá CVIVA, sum er granskingarmiðstøð fyri vitaminir og koppsetingar hjá Statens Serum Institut.

 

MFR-koppsetingin er eisini kend undir navninum, paraply-koppsetingin. Hetta er ein sonevnd ”livandi” koppseting, har lívveran er gjørd veikari, soleiðis at børnini ikki gerast sjúk av koppingarevninum.

 

Danska kanningin hevur fingið íblástur úr kanningum, sum eru gjørdar í láglønarlondum, og hesar peika á, at endurtiknar koppsetingar við livandi koppingarevnum eisini hava samband við eina lækking í barnadeyða.

 

- Tá børn eru væl vard móti eitt nú meslingum eftir eina koppseting móti sjúkuni, kom tað óvart á, at ein eyka nøgd av koppingarevni móti meslingum eisini minkaði munandi um barnadeyðan. Hetta gevur eina ábending um, at livandi koppingarevni er eitt enn betri vápn til at avmarka barnadeyða í láglønarlondum enn higartil hildið.

 

Signe Sørup sigur, at hetta eisini er orsøkin til, at tey ynsktu at kanna, um endurtøka av MFR-koppseting gevur onkur gagnlig úrslit. Umrødda kanning og gransking byggir á upplýsingar úr drúgvari danskari skráseting yvir koppsetingar, sjúkrainnleggingar, nýtslu av heilivági og onnur heilsulig og sosial viðurskifti. Í skrásetingini eru tilsamans 295.559 børn, fødd í Danmark árini 2004 til 2010.

 

Kanningin samanber nýtslu av heilivági og innleggingar orsakað av ígerð ella infektión millum børn í fýra ára aldri, sum høvdu fingið tvær MFR-koppsetingar – og børn, sum bert høvdu fingið eina koppseting.

 

- Kanningin vísti, at børn, sum høvdu fingið tvær MFR-koppsetingar, vóru í 16 prosent minni vanda fyri at gerast innløgd við ígerð í tveir dagar ella fleiri. Hetta var galdandi, sjálvt tá atlit vórðu tikin til eina langa røð av ymiskum viðurskiftum, sum bæði kunnu ávirka koppseting og vandan fyri innleggingum við ígerðarsjúkum, sigur Signe Sørup.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Statens Serum Institut hyggur eftir, hvørja ávirkan MFR-koppsetingarevnið hevur. Sami granskingarbólkur hevur áður funnið fram til, at fyrsta MFR-koppsetingin eisini førdi til minkandi tal av innleggingum orsakað av ígerðarsjúkum í mun til, um børnini enn ikki vóru koppsett.

 

Samanlagt peika kanningarmar á, at MFR-koppingarevnið megnar meira enn bara at verja barnið móti nevndu trimum sjúkum. Hetta skapar nøkur áhugaverd sjónarhorn fyri, hvussu koppingarevnini kunnu brúkast enn betri í framtíðini.

 

- Vit vilja gjarna hava eina breiðari vitan um hetta. Tí eru vit farin í samstarv við granskarar úr Noregi, Svøríki og Finlandi fyri at kanna hesa sonevndu ”óskipaðu” ávirkan, sum hesi koppingarevni hava, sigur Signe Sørup.

Kelda: www.sundhed.dk