Bjarni Nygaard hevur gjørt búmerkið

Nú hevur mentanarnáttin hjá Tvøroyrar kommunu fingið búmerki.


Nú hevur mentanarnáttin hjá Tvøroyrar kommunu fingið búmerki. M-ið er hildið í eyðkenda myrkabláa litinum, ið eisini er at finna í búmerkinum  hjá Tvøroyrar kommunu.

- Sóljan er tjóðarblóma Føroya, og hon blómar vanliga í mai og juni - júst, tá mentanarnáttin er á Tvøroyri, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

Tað er trivnaðarfólkið hjá kommununi, Bjarni Nygaard, sum hevur gjørt búmerkið, sum nú fer at verða brúkt, tá tiltøk verða kunngjørd til ársins mentanarnátt.