Dalsutunnilin: Hósdagin verður hakin settur í

Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum verður mettur at kosta millum 75-85 mió. krónur

Dalstunnilin (Mynd: Landsverk)

Dalstunnilin (Mynd: Landsverk)

Hósdagin verður hakin settur í til Dalstunnilin.

Í februar var borgarafundur í Húsavík um Dalstunnilin, har kunnað var um tunnilsverkætlanina. Nú, tríggjar mánaðar seinni, er klárt at fara undir verkætlanina.

Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil. Aftrat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, meðan 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast. Fyrst verður ein arbeiðsvegur gjørdur í Húsavík, og fyrireiking gjørd av lendinum við tunnilsmunnan.

Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin.

Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum verður mettur at kosta millum 75-85 mió. krónur.

Hátíðarløta

Í sambandi við at hakin verður settur í verður hátíðarhald hósdagin 16. mai klokkan 16.00 húsavíkarmegin.

Ein tíma undan og undir sjálvari hátíðarløtuni verður bert koyrandi eftir vegnum ígjøgnum bygdina. Ein tekning, sum vísir, hvar koyrandi verður, hvar parkeringspláss eru, og hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her.

Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, fer at bjóða vælkomin á staðnum, har hakin verður settur í. Hesa uppgávuna fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið fer at siga nøkur orð í tí sambandi. Síðan verður tað borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum fær orðið.

Dalstunnilin (Mynd: Landsverk)