Fakta um finska valið

Í finska ríkisdegnum, Eduskunta, eru 200 limir valdir í 13 valdømum. Í dag er val í Finnlandi.

 

 


Tað eru júst fýra ár síðani, at finnar valdu seinast og borgarliga samgongan undir leiðslu av Juha Sipilä, formanni í Centerpartiet, vann valið.

Her nøkur fakta:

–       Finski ríkisdagurin, Eduskunta, hevur 200 limir, sum verða valdir í 13 valdømum

–       Í løtuni eru 11 flokkar valdir í ríkisdagin.

–       Sitandi stjórn hevur lítlan meiriluta upp á 103 limir.

–       Borgarliga stjórnin fór frá 8. mars vegna stríð um heilsunýskipan.

–       Meiningakanningar vísa, at tað kann vera stjórnarskifti í Finnlandi. Javnaðarflokkurin liggur á odda í meiningakanningunum. Konservativi Samlingspartiet er á øðrum plássi

–       Eingin flokkur stendur tó til at fáa reinan meiriluta, so talan verður aftur um eina samgongustjórn.

 

 

Keldur: Helsingin Sanomat, Reuters, dpa.

/ritzau/