Fraklendingar skelkaðir av eldsbrunanum í Notre-Dame

 

Tornið á Notre-Dame bygninginum er nú raplað niður, og tað sama við takinum, sum er fullkomiliga sokkið saman.

Notre-Dame hevur í fleiri hundrað ár verið millum vakrastu og týdningarmestu dómkirkjurnar í heiminum, men nú hevur eldurin fingið ræði á søguliga bygninginum.

Støðan er kritisk, sambært Reuters, og tað er ivasamt, hvussu stóran part av Notre-Dame, til ber at bjarga.

Gøturnar í økinum eru stúgvandi fullar av fraklendingum, ið hyggja at sínum býarmerki spakuliga brenna í grund. Hetta er hjartaknúsandi fyri fraklendingar at síggja, og sambært SkyNews eru fleiri grátandi fólk at síggja í París í kvøld.

##med2##

Les eisini: Notre-Dame stendur í ljósum loga

Allir franskir miðlar hava blakað alt frá sær fyri at dekka vanlukkuna, sum eru at rokna sum bráðfeingistíðindi allastaðni.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skuldi eftir ætlan bera røðu fram, um hvussu hann vil handfara støðuna við stóru mótmælistiltøkunum, sum hava verið í Fraklandi seinastu mánaðirnar. Men hann hevur avlýst hesa røðuna orskað av eldsbrunanum í Notre-Dame.

Sløkkiliðið hevur ruddað gøturnar og tryggja, at eingi fólk nærkast økinum. Eldsbrunin hevur einki mannalív kravt.

Mynd: AFP/FRANCOIS GUILLOT