Gadus komin heim

Orð og mynd: Dávur Winther

Orð og mynd: Dávur Winther

Í fagrasta veðri kom Gadus so spelkin inn eftir vágni klokkan 11 fyrrapartin.

 

Teir hava verið burtur í hálvantriðja mánað og valdu tí at koma heim nú.

 

Teir hava í morgun boðið út 553 tons av flaki. Tá ið báturin er fulllastaður, plagar hann at hava um 760 tons.

 

Nakað er at gera við bátin, so hann verður liggjandi í eini 14 dagar, áðrenn farið verður avstað aftur.