Her eru hægst liggjandi hús í Føroyum

Norðasta Horn (Myndir: Google Street View)

Norðasta Horn (Myndir: Google Street View)

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvar hægst liggjandi sethús í Føroyum liggja? Sambært Landsverki liggja tey á Norðasta Horni í Havn. Hæddin liggur um 165 m yvir sjóvarmálan.

Har eru tvey hús á Norðasta Horni, sum liggja umleið líka høgt. Eitt gult hús á Granagøtu 34 og eitt svart hús á Reyðagøtu 6. Júst hvat er tað hægst liggjandi húsið, veldst um hvar á húsinum hæddin verður tikin.

##med2##

##med3##

Annars liggja hægstu húsini í Føroyum á hesum økjum, sambært Landsverki:

StaðHædd yvir sjóvarmálan
Norðasta Horn165 m
Bóndagarðurin á Vatnaskørðum í Hoyvík159 m
Hotel Føroyar150 m
Miðalsbrekka í Vestmanna135 m
Kambsdalur135 m
Undir Borgarhálsi á Velbastað120 m
Á ytru Fløtum í Norðradali120 m
Við Garð á Viðareiði105 m
Á Hamri á Argjum105 m
Sethúsini á Stóru Dímun100 m
Støðin í Mjørkadali (hetta er tó ikki eini sethús)260 m

Norðasta Horn (Myndir: Google Street View)

Granagøta 34

Reyðagøta 6