Kanning: Reyður meiriluti í Danmark

Sambært kanningunum hjá Voxmeter hevði Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum í Danmark, verið nýggjur forsætisráðharri í Danmark

Sambært kanningunum hjá Voxmeter hevði Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum í Danmark, verið nýggjur forsætisráðharri í Danmark

Nýggjasta kanningin sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau vísir, at reyði vongur í Fólkatinginum hevði fingið 53,4 prosent av atkvøðunum, meðan blái vongur, stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin, høvdu fingð 46,5 prosent.

 

Til samans fær reyði vongur við Javnaðarflokkinum, Teimum Radikalu, Sosialistiska Fólkaflokkinum, Eindarlistanum og Alternativinum 51,8 prosent av atkvøðunum svarandi til 93 sessir í Fólkatinginum.

 

Blái vongur við Vinstra, Danska Fólkaflokkinum, Liberalari Alliansu og Konservativa Fólkaflokkinum fær 48 prosent, svarandi til 82 sessir í Fólkatinginum.

 

Tølini eru vektað miðaltøl í indexinum hjá Ritzau, meðan talið í klombrum er úrslitið av nýggjastu meiningakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau:

 

Javnaðarflokkurin: 27,1 prosent - 49 sessir (27,2 prosent – 49 sessir)

 

Radikali Vinstri: 5,6 prosent - 10 sessir (6,0 prosent – 11 sessir)

 

Sosialistiski Fólkaflokkurin: 4,6 - 8 sessir (5,2 prosent – 9 sessir)

 

Eindarlistin: 8,6 prosent - 15 sessir (8,5 prosent – 15 sessir)

 

Alternativið: 5,9 prosent - 11 sessir (6,5 prosent – 12 sessir)

 

Reyði vongur tilsamans: 51,8 prosent - 93 sessir (53,4 prosent – 96 sessir)

 

Vinstri: 17,9 prosent - 32 sessir (17,2 prosent – 31 sessir)

 

Danski Fólkaflokkurin: 18,0 prosent - 32 sessir (17,4 prosent – 31 sessir)

 

Liberal Alliansa: 6,0 prosent - 11 sessir (5,9 prosent – 10 sessir)

 

Konservativi Fólkaflokkurin: 4,1 prosent - 7 sessir (4,0 prosent – 7 sessir)

 

Kristindemokratarnir: 0,6 prosent - 0 sessir (1,1 prosent – 0 sessir)

 

Nýggju Borgarligu: 1,4 prosent - 0 sessir (0,9 prosent – 0 sessir)

 

Blái vongur tilsamans: 48,0 prosent - 82 sessir (46,5 prosent – 79 sessir)

 

 

Størsta óvissan í kanningini er umleið +/- 2,7 procentpoint.

 

Kanningin hjá Voxmeter er bygd á samrøður í tíðarskeiðinum 29.05 til 04.06.2017 við 1021 umboðandi útvald fólk 18 ár og eldri. Ritzau Index er vektað miðal av teimum seinastu 15 meiningakannigum. Tess nýggjari kannigin er, tess tyngri vigar hon í indeksinum.

 

Samanumtøkan av reyða og bláa veingi er grunda á faktisku tølini hjá flokkunum og kann víkja frá samanumtøkini hjá kanningarstovninum.