Lena heldur fram sum forkvinna

Áhugin at koma í nevndina hjá Samskifti var so lítið, at nevndin bleiv minkað


Myndin er av gomlu nevndini hjá Samskifti: Frá vinstru eru Niels Uni Dam, Lena L. Mohr, Jógvan Andersen og Michael Koba

Myndin er av gomlu nevndini hjá Samskifti: Frá vinstru eru Niels Uni Dam, Lena L. Mohr, Jógvan Andersen og Michael Koba

Lena L. Mohr er afturvald sum forkvinna í Samskifti. Tað er greitt, aftaná aðalfundin hjá felagnum. Tað skrivar Vinnuhúsið.

Á aðalfundinum bleiv tó staðfest, at áhugin fyri at koma upp í nevndina ikki var serliga stórur. Øll nevndin stóð fyri vali og blivu Lena L. Mohr, Niels Uni Dam og Michael Koba afturvald. Jógvan Andersen, ið sat í gomlu í nevndini, ynskti ikki at taka við afturvali, og eingin stillaði upp í hansara stað. Í staðin samtykti nevndin at minka nevndina niður í tríggjar limir.

Nýggja nevndin skipaði seg við Lenu L. Mohr sum forkvinna og Niels Una Dam sum næstformanni, meðan Allan Dalsgarð og Anni Lamhauge halda fram sum tiltakslimir.

Samskifti er felagið hjá føroysku lýsingarfyritøkunum og virkar felagið fyri at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.  

Myndin er av gomlu nevndini hjá Samskifti: Frá vinstru eru Niels Uni Dam, Lena L. Mohr, Jógvan Andersen og Michael Koba