Lívið eigur ikki at vera ein maskina

- Fólk arbeiða, betala rokningar og sløkkja eldar. Men, soleiðis má gerandisdagurin ikki vera, sigur kendi sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling.

- Tað er týdningarmikið, at lívið ikki bara verður ein maskina, sum koyrir avstað, sigur Peter Qvortrup Geisling.

- Tað er týdningarmikið, at lívið ikki bara verður ein maskina, sum koyrir avstað, sigur Peter Qvortrup Geisling.

- Alt ov mong eru fjøtraði í jagstranini eftir materiellum marglæti. Arbeiðstrýst, vánalig fíggjarstøða og øvund er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn bæði feitt, sukur og dálking.

 

Tað sigur kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling, sum eftirlýsir eina landsstrategi fyri mentalan trivnað, samstundis sum hann vísir á eina mótsøgn: - Ongantíð áður hava vit verið so bergtikin av rørslu og heilsu, og kortini hava vit ongantíð áður verið so eydnuleys, strongd, óttafull, tunglynt – ja, mentalt send til niðurteljingar, sum hann tekur til.

 

Peter Qvortrup Geisling vísir á, at danir ganga høgt upp í sína likamligu heilsu – ja, so høgt, at hetta er við at fáa valdið á dønum.

 

- Eg vil siga tað soleiðis, at um tú kanst lata vera við at roykja, ansar eitt sindur eftir drekkarínum, íðkar eitt vet av motión og etir eitt sindur minni feitt – ja, so er restin í stóran mun hysterí. Restina av tíðini kunnu fólk so brúka til at liva lívið og samstundis vera árvakin um sína mentalu heilsu.

 

”Hav tað gott” er heitið einari av teimum DR-sendingum, sum hava gjørt Peter Qvortrup Geisling til ein av kendastu læknum í Danmark. Sum sjónvarpslækni hevur hann heft seg við, at tað mentala spælir ein høvuðsleiklut, tá vit skulu svara spurninginum: Hvussu hevur tú tað í veruleikanum?

 

- At hava tað gott snýr seg í fyrsta lagi um at vera glað/-ur og í mentalari javnvág. Tí haldi eg tað eisini vera eitt sindur undarligt, at almenna heilsumiðlingin í størstan mun hevur fokus á likamligu viðurskiftini, heldur læknin.

 

Seinnu árini hava átøkini – eitt fyri og annað eftir – snúð seg um kost, royking, alkohol og motión – ella KRAM, sum hesi heiti eisini verða rópt undir einum. Tað er nógv fokus á fyribyrging móti likamligum sjúkum, eitt nú beinbroyskni, kolesterol og ov høgum blóðtrýsti.

 

- Men, okkum tørvar av álvara eisini eina landsstrategi fyri mentalari heilsu. Tí, serstakliga strongd er við at mennast til eina veruliga fólkasjúku, sigur Peter Qvortrup Geisling.

 

Læknin vísir á, at hann byrjaði at leggja hetta til merkis fyri umleið 10 árum síðan.

 

- Alt fleiri fólk fingu staðfest langdrignað strongd. Hetta gekk út yvir minnið og hugsavningina, eins og fólk fingu svøvntrupulleikar. Knappliga sigur heilin stopp, og hetta kann henda eftir ongari løtu. Tú koyrir bil, og knappliga situr tú í vegjagaranum og fellur í grát – uttan at tú veitst hví. Í gomlum døgum varð hetta rópt nervafall, men tað hendi lutfalsliga sjáldan. Í dag rakar hetta eitt stórt tal av fólki.

 

Peter Qvortrup Geisling sigur, at ein kanning, sum Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø nýliga hevur gjørt, vísir, at 15 prosent av dønum alla tíðina – ella ofta – kenna seg strongdar. Í 2001 var hetta tal seks prosent.

 

- Strongd er ikki bara ein kenslulig støða, men er eisini ein beinleiðis orsøk til eina røð av mentalum og likamligum fylgisjúkum. Tað er greiður samanhangur millum strongd og sjúkur sum eitt nú angist og tunglyndi. Haraftrat er mental heilsa ein týðandi fyritreyt fyri, at tú kanst fáa tað betri likamliga. Hevur tú tað ringt mentalt, ert tú ikki í námindi av at kunna broyta tínar kost-og rørsluvanar.

 

Kendi sjónvarpslæknin sigur, at beint í løtuni eru eisini metnógvir danir í viðgerð við heilivági fyri tunglyndi.

 

Peter Qvortrup Geisling vísir á fleiri orsøkir til, at danir í tíðum sum hesum gerast strongdir. Tað fyrsta er ferðin í samfelagnum, sum alla tíðina økist. Hann vísir á, at á fleiri arbeiðsplássum verður snakkað um tvey prosent effektivisering um árið, og tá vit síggja hetta yvir 35 ár, verður talan um eina tvífalding av ferðini.

 

- So, um tú byrjaði at arbeiða í 1977, krevst hvønn einasta arbeiðsdag tvífalt so nógv av tínum heila í dag sum í 1977, samstundis sum tú ert vorðin 35 ár eldri. Vit klára einfalt ikki at fylgja við, leggur hann aftrat.

 

Samstundis, sum hetta er støðan, brúka fólk ein stóran part av tíðini, tey eru vakin, at fáa ráð til alt tað, tey ynskja sær – og tey gerast vónbrotin, tá hetta ikki eydnast.

 

- Okkara væntanir til marglæti eru eksploderaðar, og tað er ein ógvuslig jagstran eftir tí fullkomna lívinum. Eg haldi, tað var Johannes Møllehave, sum einaferð segði, at tað eru ikki so mong fátøk fólk í Danmark. Mest útbreidda slag av fátækradømi er øvund yvir materiell ting, sum grannin hevur.

 

Peter Qvortrup Geisling vísir á, at um børn í dag vitja ommur og abbar, og tey gomlu ikki hava flatskíggja, er líka við, at børnini mugu fáa kreppuhjálp eftir vitjanina.

 

- Alt tað materiella hevur tikið yvirhond, og vit gerast ikki glað av hesum. Vit liva í einari tíð, har mong føla, at tey eru lopin upp á eina karrusel, sum tey ikki ordiliga sleppa av aftur. Alt snýr seg um frívirði, lága íbúðarrentu, ferðir og bilar.

 

Sambært læknanum hava fólk trupult við at finna inn til sín sjálvs aftur, men tað er júst hetta, sum skal til. Hann heldur, at neyðugt er við einari ”innari ferð”, sum hann tekur til, og hann heldur, tað er henda leið, mong noyðast at fara, um tey skulu loysa seg úr einum lívi við ævigari strongd.

 

- Hetta er ein ferð, har vit skrúva niður fyri okkara væntanum til lívið – ikki minst fyri tí materiella sirkus, sum er við at draga mong út av eggini.

 

Peter Qvortrup Geisling mælir til, at byrjað verður ein leygardag fyrrapart, har tú setir teg at lurta eftir friðarligum tónleiki, meðan tú hugsar: Hvussu havi eg tað í veruleikanum, og eri eg skipari á míni egnu skútu?

 

- Svevur tú væl um náttina? Svøvnloysi er eitt av vanligastu sjúkueyðkennum upp á langliga strongd. Mong hava trupult við at sleppa angistini, sum er í gerandisdegnum og vakna á hálvari nátt við tonkum, sum tysja runt í høvdinum.

 

Læknin heldur, at tað, sum er avgerandi, er, at fólk aftur byrja at droyma – væl at merkja ikki um sjónvarpsskíggjar, sum eru størri enn tann hjá grannanum – men um meira tíð saman við sínum børnum ella ommu-og abbabørnum.

 

Hetta kann vera ein dreymur um eina ferð – ella bara ein dreymur um meira tíð til sín sjálvs. Tað er so skjótt at gloyma í gerandisdegnum. Tú arbeiðir, betalir rokningar og sløkkir eldar, og tú svevur ikki væl. Soleiðis má gerandisdagurin bara ikki vera.

 

- Eg haldi, at tað eru dreymar, sum gera menniskju vøkur – og uttan dreymar, liva vit ikki. Tað er avgerandi at finna okkurt, sum dregur teg úr arbeiðnum og sum gevur tær eina aðra uppliving og meining. Tað er týdningarmikið, at lívið ikki verður ein maskina, sum bara koyrir avstað, sigur Peter Qvortrup Geisling.

Kelda: www.psykiatrifonden.dk