Partar av Notre-Dame bjargaðir

Franski forsetin lovar at lata søguliga bygningin endurbyggja


Fraklendingar eru í sorg í kvøld (Mynd: Reuters)

Fraklendingar eru í sorg í kvøld (Mynd: Reuters)

 

Enn er tamarhald ikki fingið herviliga eldsbrunan í søguligu Notre-Dame dómkirkjuni í París. Men tað sær betri út enn fyrr í kvøld.

Fraklendingar og allur heimurin hevur í kvøld stúrt fyri, at søguligi bygningurin fer at brenna í grund. Men nú eru sløkkiliðsfólk sambært CBS News sannførd um, at til ber at bjarga eyðkendu høvuðstornunum í Notre-Dame. Konstruktiónin av bygninginum sær eisini út til at vera bjargað.

##med3##

Til ein tíðindafund seint í kvøld lovaði franski forsetin, Emmanuel Macron, við tárum í eygunum at endurbyggja Notre-Dame. Men tørvur verður á ógvuliga umfatandi umvælingsarbeiði, og nógv av tí áragamla trænum er brent burtur í søguna. 

Nógv virðirsmikil ting eru bjargað úr kirkjuni við góðari hjálp frá lastbilum, sum bjargingarfólk hava koyrt málningar og aðrar søguligar lutir í fyri at bjarga teimum.

Heili 400 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa sum best burtur úr ræðuleikanum við ikonisku dómkirkjuni, og tey koma at arbeiða langt út á náttina. Ein sløkkiliðsmaður hevur fingið álvarsligan skaða, sambært CBS News.

##med2##

Fraklendingar eru í sorg í kvøld (Mynd: Reuters)

Notre-Dame bygningurin uppi frá (Mynd: @GertiCaku)