Tann neyðuga sjálvgleðin

- Hava vit skomm av okkum sjálvum, er vandi fyri, at vit altíð vilja kenna okkum miseydnað og einsamøll, sigur sálarfrøðingur og rithøvundur.


Sjálvgleði er at trúgva upp á, at tú hevur týdning fyri onnur, og at onnur hava týdning fyri teg, sigur sálarfrøðingur.

Sjálvgleði er at trúgva upp á, at tú hevur týdning fyri onnur, og at onnur hava týdning fyri teg, sigur sálarfrøðingur.

Sjálvgleði er at trúgva upp á, at tú hevur týdning fyri onnur, og at onnur hava týdning fyri teg. Men, sjálvgleði er eitt ókvæmisorð, sjálvt um tað at vera nøgdur við seg sjálvan er neyðugt fyri at kunna møta øðrum við opnum sinni. Tískil liggur eisini ein ávís andsøgn í orðinum sjálvgleði.

 

- Men, hvussu fáa vit eitt gott lív, har vit føla gleði, tá vit eru saman við øðrum – og kenna takksemi í okkara egna selskapi? Svarið er, at góða lívið fáa vit við at gerast sjálvglað.

 

Hetta er í hvussu er áskoðanin hjá sálarfrøðinginum við drúgvu royndunum á sínum øki, og sum nú hevur givið út bók um evnið sjálvgleði. Bókin – Sjálvglaður – hjá dananum, Lars J. Sørensen, kom út hin 20. august í 2018, og hon snýr seg í stuttum um menniskjans lívslanga ”hjúnarband” við seg sjálvi - um at vera menniskja og finna heim til sín sjálvs og um viðurskiftini við onnur menniskju.

 

Hvussu skulu vit bera okkum at við at fáa eitt gott lív, har vit føla okkum væl saman við øðrum menniskjum, og har vit eru takksom í samveru við okkum sjálvi? Jú, svarið hjá sálarfrøðinginum og rithøvundanum er, at vit skulu gerast sjálvglað.

 

Eydnast hetta ikki, er vandi fyri, at vit vilja skáka okkum undan øðrum menniskjum, tí vit føla okkum hótt og miseydnað, og úrslitið verður, at vit eisini føla okkum einsamøll í egnari samveru.

 

Men, eisini hetta kann tykjast sum ein mótsøgn, sum átti at verið ómøgulig. Tí, hvussu kunnu vit í veruleikanum føla okkum einsamøll saman við okkum sjálvum? Lars J. Sørensen sigur, at um vit hava skomm av okkum sjálvum og okkara egna lívi, eru sannlíkindini rættiliga stór fyri, at vit altíð vilja kenna okkum miseydnað og einsamøll.

 

- Hetta er nóg ringt í sær sjálvum, men enn verri er, at vandi tá eisini er fyri, at vit ikki gerast før fyri at taka ímóti vinarlagi og kærleika, sum onnur vísa okkum.

 

Sálarfrøðingurin vísir á, at eingin hevur uppiborið at føla seg miseydnaðan. Um fólk hava hesa kenslu, kann tað skjótt gerast ein óndur snyril, sum vendir niður eftir. Tá soleiðis er, verður tað keðiliga enn verri, og tá kunnu fólk koma at føla seg enn meira miseydnað og avbygd.

 

- Tað er bara ein útvegur, sigur Lars J. Sørensen, og tað er at trúgva, at tað menniskja finst í veruleikanum, sum dámar teg, og at tú torir at trúgva, at hetta menniskja megnar at síggja teg við kærleiksfullum eygum. Tá hetta hendir, byrjar tú at trúgva, at vit menniskju grundleggjandi eru samstarvshugaðir skapningar – at tú ert nóg góður, og at kærleikans eygnabrá hjá øðrum ikki nýtist at hava eina forkláring ella grundgeving.

 

Hugburðurin eigur at vera, at fólk eru nóg góð, júst soleiðis sum tey eru. Tað er fantastiskt at vera sæddur, men um hugt verður niður á teg, ella tú verður eygleiddur og vigaður, er tað eitt helviti.

 

Ein av niðurstøðunum í bókini – Sjálvglaður – er, at tað at hava tað gott við seg sjálvan er eitt týdningarmikið útgangsstøði at hava fyri at kunna møta umverðini og øðrum menniskjum við nærleika og opnum sinni. Sjálvglaður er bókin um at gerast menniskja og vera menniskja.

 

Lesur tú bókina, gevur hon tær innlit og lýsir okkara menningargongd sum menniskju. Rithøvundurin er sálarfrøðingur, serfrøðingur og ráðgevi í psykoterapi, og árini 1979-2015 var hann leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatrisjúkrahúsinum í Nykøbing á Sælandi.

 

Lars J. Sørensen hevur arbeitt við psykoterapi, bæði í psykiatriini og privat, og hann hevur í nógv ár undirvíst á ymiskum psykiatriútbúgvingum. Hann hevur eisini skrivað eina røð av bókum um ymisk sálarfrøðilig evni.

 

Ummælarar hava sagt um nýggjastu bókina, at hon hevur nógv góð hugskot, og tað er frígerandi, at hon ikki kemur við skjótum og óálítandi loysnum. Tað eru tey, sum siga, at tað altíð er áhugavert at lesa tað, sum Lars J. Sørensen skrivar, tí hann skrivar so væl og hevur so nógvar góðar hugleiðingar, sum aftur og aftur fáa lesaran at víðka um sín sjónarring.

Kelda: www.helse.dk