Nógv hylliblómutrø standa í urtagørðunum kring landið

Men visti tú, at blómurnar á trænum kunnu brúkast at gera saft burturúr?

Onki smakkar betur enn tað, sum er heimagjørt. Soleiðis

er eisini við hesi heimagjørdu hylliblómusaftini, sum smakkar av frískligum summari og sól.

HETTA SKALT TÚ BRÚKA:

60 blómuklasar
2 kilo av sukri
3,5 litrar av vatni
4 vistfrøðiligar sitrónir 60 gramm av sitrónsýru

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Klipp grønu stelkarnar av

  • Rist blómurnar varliga, so smákykt og dust detta av

  • Ikki skola blómurnar

  • Sitrónirnar skulu vaskast og

    skerast í tunnar flísar

  • Koyr blómurnar, sitrónirnar og

    sukrið í eina skál

  • Kóka vatnið og upploys

    sitrónsýruna í vatninum. Stoyt nú hetta oman yvir blómurnar og rør væl

  • Set skálina kalt í 4-5 dagar. Rør í skálini eina ferð um dagin

  • Síla saftina gjøgnum eitt viskustykki

  • Skola fløskurnar við Atamoni, áðrenn tú koyrir saftina í. Fløskan skal hava tættan propp