Nógv liva við krabbameini

- Týdningarmesta orsøkin til lungnakrabba er tubbaksroyking, sigur Jesper Fisker, fyrisitingarstjóri í danska krabbameinsfelagnum.

 


- Mest vanligi krabbameinsformurin millum kvinnur er bróstkrabbi, sigur stjórin í danska krabbameinsfelagnum.

- Mest vanligi krabbameinsformurin millum kvinnur er bróstkrabbi, sigur stjórin í danska krabbameinsfelagnum.

Tað eru einir 320.000 fólk í Danmark, sum liva við sjúkugreiningini, krabbameini. Tað vísir nýggjasta ársuppgerðin hjá donsku Krabbameinsskrásetingini, og tølini vísa eisini, at talið av fólki, sum liva við krabbameini, er veksandi.

 

Tølini yvir fólk, sum liva við krabbameini, eru eisini størri í 2017, enn tey vóru í 2016.

 

Í danska krabbameinsfelagnum siga tey, at vøksturin í talinum eitt nú hongur saman við, at tað eru fleiri og fleiri, sum yvirliva við sjúkuni. Tað eru soleiðis fleiri, sum liva longri, eftir at tey hava fingið staðfest krabbamein.

 

Hin 31. desember í 2017 livdu 323.649 danir við krabbameini, og tað eru 11.271 fleiri enn árið fyri, vísir ársuppgerðin fyri 2017, og nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fleiri og fleiri yvirliva krabbamein.

 

- Eitt nú eru nýggir viðgerðarhættir komnir, og vit hava fingið sonevndar krabbameinspakkar og snarkanningarskipanir. Slíkt kann vera viðvirkandi til, at krabbamein sum heild verður staðfest fyrr, sum eisini kann hava avgerandi týdning fyri at yvirliva sjúkuna, sigur Jesper Fisker.

 

Tað gleðir stjóran í danska krabbameinsfelagnum nógv at síggja, at fleiri danir liva longri, eftir at sjúkugreiningin er vorðin staðfest. Hann heldur, at hetta eisini vísir, hvussu týdningarmikið tað er, at peningur verður veittur til gransking, soleiðis at sjúkrahúsverkið alla tíðina verður betri til at staðfesta og viðgera krabbamein.

 

Jesper Fisker vísir á, at tá fleiri og fleiri liva við krabbameini, merkir tað eisini, at neyðugt er at syrgja fyri, at fólk kunnu liva eitt gott lív, og her er eisini neyðugt at taka hond um tey avvarðandi.

 

Í 2017 vórðu 42.779 nýggir tilburðir av krabbameini staðfestir í Danmark. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til árið fyri, tá talið var 42.574.

 

Tøl hjá Krabbameinsskrásetingini vísa, at vandin fyri at fáa lungnakrabba sum heild er minkandi, men samanlagt er talið av fólki, sum vórðu rakt av lungnakrabba í 2017, tó nakað størri enn í 2016.

 

- Fyri menn er talið vaksið úr 2.357 uppí 2.402 – og fyri kvinnur úr 2.374 uppí 2.378 nýggjar tilburðir. Samstundis er miðaltalið av nýggjum tilburðum av lungnakrabba millum kvinnur næstan tvífaldað seinastu 25 árini, vísa hagtølini.

 

Sagt verður, at hóast gongdin innan lungnakrabba yvirskipað gongur rætta vegin, eru her kortini stórar avbjóðingar – ikki minst, tí fleiri og fleiri ung aftur eru byrjað at roykja.

 

- Týdningarmesta orsøkin til lungnakrabba er tubbaksroyking, og tí er tað framvegis avgerandi at seta fokus á royking, soleiðis at fleiri og fleiri sigarettir verða sløktar, sigur Jesper Fisker.

 

Stjórin vísir á, at hvønn dag byrja 40 donsk børn og ung at roykja, og helvtin av hesum halda fram við at roykja, til roykingin at enda kann gerast teirra deyði.

 

- Hesi gongd mugu vit rætt og slætt steðga. Børn skulu ikki útsetast fyri tubbaksroyk. Prísurin á sigarettum skulu upp, og tubbakið skal goymast burtur í handlunum, og vit skulu hava fleiri roykfrí øki. Málið er, at eingi børn og ung skulu roykja í 2030, sigur Jesper Fisker.

 

Mest vanligi krabbameinsformurin millum kvinnur er bróstkrabbi, og talið av nýggjum staðfestum tilburðum av bróstkrabba í 2017 var 4.872 og 4.860 í 2016.

 

Millum menn er prostatakrabbi hin mest vanligi, og her sæst eitt lítið fall í talinum av nýggjum tilburðum frá 2017 til 2016. Talið fyri 2016 var 4.553 og í 2017 4.362 – ella ein minking á umleið fýra prosent.

Kelda: www.cancer.dk