HON

Ráð til dreymabrúdleypið

Brúdleypsdagurin er hjá mongum pørum ein tann fyrsti stóri hátíðardagurin í teirra felags lívi. Hetta er dagurin, tá ið kærleikin millum tvey menniskjur verður staðfestur og tvey blíva til eitt. Men áðrenn man kemur har til, so eru tað nógv viðurskifti, ið skulu fáast upp á pláss til stóra dagin.

Tí er tað ikki óvanligt, at nógv verður gjørt burturúr einum slíkum degi. Listin er langur yvir viðurskiftir, ið skulu fáast upp á pláss áðrenn eitt brúdleyp. Nógv eru tey, ið munna hava sannað, at meðan tað sentrala í brúdleypinum, kærleikin millum tvey, er ókeypis, so eru tað nógvar aðrar útreiðslur í samband við brúdleypið. Útreiðslurnar kunna skjótt blíva stórar, tá ið veitsla skal haldast, klæði skulu keypast, hølir fáast til vega, ringar veljast, dagurin dokumenterast við myndafólki og ein ørgrynna av øðrum smærri og størri upphæddum, ið tilsamans skulu tryggja, at talan verður um ein serligan dag, ið leingi fer at liva í minninum.

Í tí sambandi kann tað vera hent at venda sær til ein bankaráðgeva, ið kann veita ráðgeving viðvíkjandi tí fíggjarliga partinum av brúdleypinum.

FÍGGJARÆTLAN

Í BankNordik eru tey von við at veita brúð­ arpørum ráðgeving í samband við brúdleyp. Her veita tey millum annað ymisk ráð, ið kunna hjálpa brúðarparinum at halda stýr á útreiðslunum til brúdleypið. Eitt tað fyrsta, ið mælt verður til, er at gera eina fíggjarætlan.

Sjálv brúðarvígslan er ókeypis, men tað kann lættliga gerast kostnaðarmikið at halda brúdleyp. Brúðarkjóli, klædningur, matur og hølisleiga er nakað av tí, ið skjótt kann fáa peningin at ganga undan, sigur Sóleyð P. Hansen, ráðgevi í BankNordik, og leggur afturat.

Tí er tað umráðandi, at brúðarparið av­ gerð, hvussu nógvan pening tey hava hug og møguleika at brúka til brúdleypið, áðrenn tey koma ov væl áleiðis við fyrireikingunum og fara at senda familju og vinum brúdleyps­ innbjóðingina.

Ein slík fígg jarætlan skal millum annað innihalda væntaðar útreiðslur, so at man frá byrjan av fær eina hilling av, hvør samlaði kostnaðurin av brúdleypinum verður.

Á tann hátt síggja tey svart upp á hvítt hvussu nógv brúdleypið fer at kosta til samans. Yvirlitið er eisini eitt gott amboð hjá teimum at brúka sum grundarlag, tá tey skulu raðfesta ymisku útreiðslurnar, sigur Sóleyð P. Hansen.

BRÚDLEYP ERU YMISK

Einki brúdleyp er fullkomiliga eins og er tað sjálvsagt eisini ymiskt, hvussu pør tilrættis­ leggja stóra dagin. Meðan nøkur ynskja at gera so nógv sum gjørligt sjálvi við góðari hjálp frá familju og vinum, so eru tað onnur, ið gjarna vilja gjalda fyri tað mesta, so at tey sleppa undan at gera ov nógv praktisk ting áðrenn eitt brúdleyp.

Nøkur ynskja eitt stórt brúdleyp við hundraðtals gestum í flottum hølum, har tað verður borðreitt við góðum mati og øðrum, meðan onnur hava eina móttøku fyri fleiri gestum, meðan sjálv veitslan er eitt meira privat hátíðarhald, ið verður hildið við einum smærri skarða av nærmastu familju og vinum.

Óansæð hvussu sjálvur brúdleypsdagurin verður, so eru sannlíkindi størri fyri, at stóri dagurin verður so góður, sum tað nú einaferð er møguligt, um hædd verður tikið fyri tí fíggjarliga partinum frá byrjan av.

Á heimasíðuni hjá BankNordik ber eisini til at finna ein roknara, ið kann veita eina ábending um, hvussu nógv og hvussu leingi, eitt brúðarpar skal spara saman fyri at fáa ráð til dreymabrúdleypið.

AFTUR TIL GERANDISDAGIN

Brúðarparið er nú gift, brúðarferian er liðug og tey eru vend heim aftur til vanliga gerandisdagin við sínum uppgávum og skyld­ um. Nýgg ja lívið sum gift inniber nýgg jar spurningar og avbjóðingar um hvussu um hvussu man skipar sítt heim, gerandisdag og fígg jarviðurskiftir.

Tá man giftist, er tað kærleikin og nýggja felags framtíðin, sum eru í hásæti. Tó hevur hjúnabandið eisini nakrar fígg jarligar og løgfrøðiligar broytingar við sær, sum tað er vert at geva gætur. Tá ið eitt par sigur ja til at elska hvønn annan til deyðin tey skilir, játta tey samstundis at uppihalda hvørjum øðrum fíggjarliga, sigur Sóleyð P. Hansen og leggur afturat.

Tí er tað umráðandi, at tosa verður um peningaligu viðurskiftini og ætlanir verða lagdar fyri framtíðina til tess at fyribyrgja møguligum misskiljingum og ósemjum seinni í lívinum.

Eitt av teimum evnunum, ið brúðarpør muga taka støðu til, er hvussu tey ynskja at skipa ognirnar hjá sær. Hóast tær kanska ikki eru so nógvar í byrjanini, so legst aftrat við ognum g jøgnum alt lívið. Í útgangsstøðinum verður alt roknað sum sjálvvirkandi felagsogn, men tað ber til at broyta, um man ynskir tað.

Tá eitt par giftist, fáa tey sjálvvirkandi felagsogn; tað merkir, at alt, sum tey eiga ella keypa, verður mett sum felagsogn. Hetta fær tó bert týdning, um tey seinni í lívinum skulu skiljast. Í tí føri skal nettoognin býtast javnt ímillum tey. Tað merkir, at tann, sum hevur eina størri ogn, skal rinda til hin partin, soleiðis at báðir partar fáa eins nógv burturúr. Ynskja partarnir ikki felagsogn, kunnu tey gera ein hjúnasáttmála um serogn, sigur Sóleyð P. Hansen.

Harafturat er týdningarmikið at um­

hugsa og kanna skaða­ og lívstryggingar um nú annar parturin gerst sjúkur ella doyr. Onnur viðurskifti kunnu eisini vera týdn­ ingarmikil at hava í huga, tá ið man giftist. Eitt av hesum viðurskiftum er til dømis, um partarnir, sum skulu giftast eiga børn úr fyrrverandi parlagi. Tá er talan um saman­ flutta familju, og tá eru eitt nú arvareglurnar ikki eins fyri øll børnini.

Vit viðmæla tí altíð, at man kemur til eitt prát og tosar við ein ráðgeva, soleiðis at partarnir fáa eina so góða byrjan á teirra fel­ ags tilveru sum hjún, sum yvirhøvur møgu­ ligt.

Til ber at lesa meira um hvat BankNordik kann veita ráð um í samband við eitt brúd­ leyp við at vitja heimasíðuna www. banknordik.fo/Privat/Titt­liv/Familjuliv/ Giftast