Sjúka kann oyðileggja parlagið

Tá tann eini parturin í einum parlagi fær krabbamein, kunnu sjúka, viðgerð og tankar um framtíðina fylla so nógv, at pláss ikki er til at vera saman sum par.

 


Nógv uppliva tað sum eina styrki, tá annar parturin varðveitir vónina, tó at tað ikki gongur best.

Nógv uppliva tað sum eina styrki, tá annar parturin varðveitir vónina, tó at tað ikki gongur best.

Fyri nøkur pør kann krabbasjúka vera ein ógvuslig uppliving, sum ger parlagið sterkari, og hetta kann eisini gerast orsøkin til, at tey, sum eru í parlagnum, læra hvønn annan betur at kenna. Onkur pør, har annar parturin er raktur av krabbasjúku, kunnu hava tað trupult við at hoyra um tørvirnar hjá hvørjum øðrum, og tey kunnu eisini hava minni orku til at hjúkla um parlagið, um sjúkan rakar hart.

 

Tá sjúka rakar eitt parlag, verða báðir partar raktir. Nógv pør siga, at tey skjótari gerast irritera ella beinleiðis ill inn á hvønn annan. Tað kann jú vera trupult at finna orku til at skilja atferðina hjá hvørjum øðrum, tá fólk undir slíkum umstøðum kunnu hava trupult við at skilja og rúma sínum egnu tonkum og atferð.

 

Undir slíkum umstøðum kann tað merkja, at orka ikki er til at hjúkla um hvønn annan og um parlagið. Mong pør uppliva, at tey hvør sær kunnu hava ymiskar mátar at handfara ótta og stúran. Tá tann eini í parlagnum hevur krabbamein, hendir tað ofta, at bæði ikki fylgjast í tørvum og atferð.

 

Tann eini kann hava tørv á at taka ein dag í senn og halda fast í vónini og tí positiva. Hin er kanska meira upptikin av avleiðingunum av viðgerðini og stúrir fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða. Tað kann eisini vera, at tann eini parturin hevur brúk fyri at tosa nógv um sjúkuna, meðan hin hevur brúk fyri, at sjúkan fyllir so lítið sum gjørligt. 

 

Um tey í parlagnum handfara sjúkuna ógvuliga ymiskt, kann tað í summum førum vera trupult at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum.

 

Tað er umráðandi at minnast til, at tað ikki er ein rættur ella skeivur máti at reagera uppá. Nøkur gerast ógvuliga stúrin, meðan onnur halda fast við, at hetta fer nokk at ganga.

 

Fyri nøkur hjálpir tað at sita andlit til andlits við sjúkuna eina løtu og tosa við hin partin um stúran og órógv. Slíkt kann geva eina kenslu av friði og møguleikum fyri at fokusera upp á okkurt annað. Fyri onnur hjálpir tað at royna at siga við seg sjálvan, at tað nyttar einki at taka sorgina upp á forskot – at neyðugt er at bíða og síggja, hvat hendir og síðan taka um avbjóðingarnar, tá tær kanska koma.

 

Í parlagnum kunnu tey kanska eisini gera eina avtalu, sum sigur, at tey onkuntíð tosa um tað, sum pínir - og aðrar løtur verður tað goymt til seinni. Kanska kann ein filmur, súkklutúrur, ein bók ella okkurt annað vera eitt hugskot at stytta sær stundir við.

 

Tað kann vera trupult altíð at vera sterkur og altíð at varðveita vónina og trúnna á, at tað fer at eydnast at koma livandi gjøgnum krabbasjúkuna. Og sjálvt, tá viðgerðin virkar, kann stúranin kortini vinna á vónini.

 

Mong, sum eru rakt av krabbameini, uppliva stór kenslulig sveiggj.Eina løtu fyllir optimisman, vónin og trúgvin á, at alt fer nokk at ganga – og í næstu løtu kann hin sjúki verða raktur av ógvuligum ótta fyri framtíðini. 

 

Tað kann gerast frustrerandi, tá sveiggini eru so stór, men kortini er týdningarmikið at minnast til, at tað at uppliva slíkar kensluligar skreiðitúrar er heilt vanligt í sjúkugongdini.

 

Sum pør kunnu fólk uppliva at sveiggja forskotið, soleiðis at tann eini parturin er bjartskygdur, tá hin er óttafulur - og umvent. Nógv uppliva tað sum eina styrki, at annar parturin varðveitir vónina, um hin parturin kanska missir hana eina løtu. Hetta kann eisini hjálpa teimum til at endurvinna bjartskygni.

 

Eitt, sum kann vera óheppið, tá fólk sveiggja kensluliga forskotið, er, at tey ikki heilt uppliva at vera á sama støði í somu løtu. Tankin um, at bæði kanska rúka niður í eitt svart hol – og at hvørgin tá megnar at finna vónina og trúnna, sum skal fáa tey upp aftur úr holinum, kann eisini kennast ræðandi.

 

Men, vanliga vil kenslan av svarta holinum ikki gerast varandi. At skula deila eina slíka kenslu kann vera hart, men tað kann eisini styrka kensluna av at standa saman sum par og kunna vera har fyri hvønn annan.

Kelda: cancer.dk