Stórir ordrar til Eltalvuvirkið

Eltalvuvirkið á havnalagnum í gøtu byggir størstu eltalvurnar og stórar stýringar

-Eyðun Hansen, stjóri, og hansara fólk í El-talvuvirkinum í Gøtu hava ment seg á føroyskamarknaðinum síðani 1982.

Í dag arbeiða 20 fólk á virkinunum. Arbeiðiðer umlagt eitt sindur, so ein størri partur nú fevnir um projektering heldur enn manuelt arbeiði á ymisku virkjunum og umborð á skip- unum.

Felagið hevur veitt tær størstu eltalvurnar tilnýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond. Fyritøkan var við, tá ið Enniberg skifti

motor fyri nøkrum árum síiðani og aftur nú eru stýringar og talvur til nýggju frystitunnilin umborð.

Eltalvuvirkið gjørdi eisini talvurnar til nýggjakølibygningin hjá Fiskavirkinum í Gøtu. Bygn- ingurin stendur á havnalagnum í Gøtu.

Í januar skal Artic Viking hava nýggja maskinu og annað á Mest skipasmiðnjuni.Eisini har er Eltalvuvirkið í ferð við at projekteranýggjar eltalvur til skipið.

Byggja nýtt

Tá ið Eltalvuvirkið byrjaði upprunaliga, helt tað til í gamla bygdahandlinum í Gøtu, Glæmuni.

Tann gamli handilin var sjálvandi nútímansgjørdur og bygningurin var nýggjari, men nú er ov lítið pláss.

Nú hevur fyritøkan bygt uppí, so deildin, sum ger eltalvurnar fær tað rúmsáttari enn tað hevur verið higartil. At gera stóru eltalvurnar krevur pláss, siga tey á virkinum.

-Vit eru alla tíðina í menning og noyðast sjálvandi at fylgja við. Vit arbeiða eisini við automatikki og stýringum og tað krevur, at vit alla tíðina eru á forkant við menningi, sigur Eyðun Hansen, stjóri.

Fyritøkan í Gøtu arbeiðir í stóran mun sam-an við skipasmiðjuni Mest. Skipasmiðjan fekkordran at byggja nýggja føroyska havrann- sóknarskipið.

Skrokkurin verður bygdur aðrastaðn og verður síðani sleipaður til Føroyar, har hann skal gerast til skip á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála.

El-talvuvirkið í Gøtu er partur í verkætlanini,tí fyritøkan skal gera eltalvurnar til nýggja skip-ið.

-Vit eru í gongd hvønn dag við krevjandiporjekteringsverkæltanum, men vit hava eisini eitt verkstað, sum umvælir elektromotorar.. Soher er bæði handaligt arbeið og arbeið, sum ístóran mun verður gjørt í teldum, leggur stjórinafturat.

Nýggju hølini har eltalvurnar verða gjørdar verður klárt at flyta inn í í januar.