Tað ræður um at taka serlig atlit í hálkuni

Í gjár sendi løgreglan einar tveir ella tríggjar sjúkrabilar eftir fólki, sum fólk vóru dottin í hálkuni, men bilaferðslan hevur eftir umstøðunum gingið væl.

Eins og tað hevur verið í fleiri vikur, gjørdist tað aftur hált seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið.

 

Løgreglan sigur, at bilaferðslan sum heild gekk væl, men onkur smávegis bilóhapp vóru - tó hvørki við persónsskaða ella materiellum skaða av týdningi.

 

- Onkur bilur hekk kanska eitt sindur fastur í onkrum kanti, men eigarar megnaðu sjálvir at loysa hesar uppgávur, og løgreglan varð ikki uppíblandað.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey sendu einar tveir ella tríggjar sjúkrabilar avstað, tí fólk vóru gliðin í hálkuni. 

 

- Onkur hevði sligið høvdið í, og onkur hevði helst brotið ein handlið ella arm.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at soleiðis líktist gjárdagurin eisini onkrum øðrum undanfarnum degi, har fólk, sum vóru áhaldsin í hálkuni, endaðu á skaðastovuni.

 

Nú hálka liggur víða um landið, ræður um hjá bæði bilførarum og gongufólki at vera ansin og taka serlig atlit.