HON

Tankar um ein tannáring

KLUMMAN hesa ferð

Eg eri hvørki blind ella deyv, so tað er ikki tí, at eg ikki bæði síggi og hoyri, at vit hava ein Tannáring búgvandi. Heilskapaða barnið er burtur – arm­ arnir eru líkasum ov langir í mun til restina,

sama við hálsinum, og í síðstu viku fór hann úr skógvastødd 38 og beinleiðis upp í 41! Elskuliga barnarøddin er vekk með alla, og ístaðin haldi eg meg allatíðina hoyra Jodle­ Birger sita inni í kamarinum og spæla teldu við vinir kring allan knøttin. Men eg skilji tað ikki reiðiliga. Enn

Tað er sum at fara ígjøgnum eina (mini) eksistensiella kreppu, hetta at verða mamma at einum Tannáringi. Tað kom so knappliga, og sjálvt um tað eisini er ein spennandi tíð, so eru løtur, har eg leingist eftir tíðini, tá eg so nøkunlunda visti, hvat eg átti inni av mati, tá leikur sløddust um alt húsið og lego barasta var sakin.

Tá eisini eg var at finna á ovastu kulheits­ rók.

Okkara barn er einabarn og hevur altíð verið so góður í sær. Serliga nú, eg hugsi afturá eftir. Tað er Tannáringurin eisini, skilji eg á lagnum. Herfyri var hann í konfirmatión hjá einum vinmanni. Tá veitslan var liðug, hoyrdi eg frá mammuni, at tað mátti hon siga! Fittari, hjálpsamari og fólkaligari “ung herre” skuldi tú leita leingi eftir.

Og talan, helt hon fram, sum hann hevði hildið fyri vinmanninum, var framúr!

Fólkaligur??? Tala???

Eg eri við at venja meg við tað. Tannáring­ urin er so hulin. Upphavið veit minst og síðst. Eksistensiella kreppan kennist serliga, tá okkara Tannáringur so ella so velur okk­ um foreldur frá. Tað ber ikki til at spáa um, nær tað hendir; einu løtuna er hann eitt lítið klemmut barn, sum heldur tað vera so hugnaligt at spæla Sequence við mammu síni, og so, sum eitt skot, er hansara upphav

eitt tað mest flovisliga og ótolandi, tú kanst ímynda tær. Til foreldratiltøk í skúlan­ um sæst á honum, at hann heldur tað vera ónatúrliga órættvíst, at ALLIR floksfelagar­ nir hava normal foreldur, og at hann – bara hann – er krøktur í Dum & Dummere.

Lagið er í heila tikið sum vindurin blæsur.

Eg eri við at venja meg við tað. Tannáring­ urin er annahvørt í sera góðum lag ella heilt í kolkjallaranum.

At tað ikki er lætt at vera Tannáringur við avoldaðum foreldrum, sigur seg sjálvt, so eg havi roynt at seta meg eitt sindur inn í, hvat rørir seg í hansara verð. Okkara Tann­ áringur er nørdur (og stoltur av at vera tað), skóti, spælir innandurða stavbólt og gong­ ur eisini til E­sport. Eg eri eisini eitt sindur nørdut (fjúvski), men dugi nóg illa at binda ein rættan knút, havi ikki ítróttaranda skapt­ an, og haldi – heilt erligt – at E­sportur er eitt løgið fyribrygdi. Men eg dugi at googla! So onkuntíð tá eg havi tryggjað mær at sinna­ lag Tannáringins tað rætta, sníki eg meg inn í hansara verð, og sigi okkurt skilagott um hansara yndis E­sportlið. Trupuleikin er so, at Tannáringurin tekur meg á orði og byrjar at meyla um taktikk og tílíkt. Tá ræður um at duga at nikka og siga “spennandi” og “álvara” tá tað krevst. Eg haldi at mín Tannáringur veit, hvussu skilið í veruleikanum er, tí nú ein dagin royndi hann at greiða frá, hvussu hepni bjargaði Astralis (E­sport­jargon, googlið tað(!)), og fyri at mamman skuldi skilja hann, samanbar hann tað við at klára at binda eina troyggju við ongum garni...

Eg eri við at venja meg við tað. Tannáring­ urin heldur ikki, at mammur eru kular.

Lukkuvís eru 80 ́ini frammi millum tey ungu ídag. So vit hava eisini løtur, har bæði mamma og Tannáringur av álvara hugna sær saman. Onki er sum at skrála við, tá Rick Astley ljómar úr hátalaranum.

Tað dugi eg! Tá sakni eg als ikki heil­ skapaða barnið við elskuligu røddini, og tá er eisini Tannáringurin í essinum.