Tann hunangsgula innrásin

Tvær av størstu framleiðarunum av máling til føroyska marknaðin hava kunngjørt síni boð, um hvørjir litir fara at seta dám á heimini komandi ár

Vit kenna øll gula litin innan klædnamóta og sæst íblásturin eisini aftur innan brúksting og prýðislutur, har gult og gull hava verið eyðsýnd síðstu árini. Og hóast vit nærkast einum nýggjum ári, so er líkt til, at vit mugu venja okkum við litin eina løtu aftrat.

Norðurlendska fyritøkan Nordsjö, ið er partur av heimsins størstu handilsketu innan máling, hevur nevniliga valt Spiced Honey, ið kann umsetast til kryddaður hunangur, til ársins lit.

- Hendan samansetingin av litum hevur fingið íblástur frá tørvinum hjá okkum menniskjum fyri einum staði við klárleika og djúphugsni - eitt stað har man kann hugsa. Tað er ein slættur, poleraður og snøggur litur við einum løttum kanti. Tað snýr seg um at røkka einum javnvági millum vakurleikan í boutique-hotellum og ein ektaðan, heimligan hita, skrivar Nordsjö um ársins lit.

LIVANDI SØGAN

Samstundis hevur kappingarneytin Jotun eisini valt hvørjir litir tey meta fara at seta dám á 2019 og aftur her er talan um nakrar róligar litir, ið fyritøkan lýsir fylgjandi.

- Lívið ferð skjótt framvið, meðan okkara samleiki verður áhaldandi broyttur og mentur. Men títt heim er livandi søgan um hvør tú ert, fortald í teimum lutum og litum, ið tú fyllir tað við. Ársins úrval veitir tær íblástur

til at velja teir litir og samansetingar, ið endurspegla og umfevna tann tú ert – tín egna persónliga samleika, skrivar Jotun um úrvalið fyri 2019.

Men heldur enn at velja at seta navn á ein lit, ið fer at eyðkenna komandi árið, setir fyritøkan navn á tríggjar kenslur, ið lýsa teir litirnar, ið vit fara at leggja merki til í 2019. Tær eru Calm, Refined og Raw, ið kunnu umsetast til Kvirra, Reinsað og Rátt.

KVIRRA

Savnar seg um vakurleikan í tí einfalda og skapar tíðarleys rúm har sinnið er frítt og klárt. Einki er óneyðugt, og hvør einstakur litur og lutur er fullur av góðsku, góðum handverki og persónligum afturljóði, lýsir fyritøkan Kvirru.

REINSAÐ

Títt heim er ein leingjan av tær. Tað endurspeglar tínar vónir og minnir. Teir lutir kring teg, ið tú hevur valt, bera boð og meiningar, ið eru skaptir av listahandverkinum og litunum, ið eru kring tær, skrivar fyritøkan um Reinsað.

RÁTT

Umgird av fína neyvleikanum av nútíðarsamfelagnum, er tað lætt at gloyma okkara røtur. Heitu litirnir av mold og sandi veita eina organiska sissan um tað ráa og sanna; ein sterkan, men aldrin ráðaríkan stíl og eina róliga, nærmast bygdasliga atmosferu, er lýsingin av Rátt.