Troyttur Smyril át góðbita frá skiparanum á Ågot

Video: Ein Smyril vitjaði í morgun í stýrhúsinum á Ågot.

Í morgun vitjaði ein flytifuglur í stýrhúsinum á Ågot, og skiparin, Hjaltur Poulsen, tók sær væl av honum.

 

 

Ein troyttur flytifuglur fleyg inn í stýrhúsið í morgum, hesin er a veg úr Íslandi suður til Europa. Vit liggja úti á Íslandsrygginun. Hann fekk ein góðan bita, aðrenn hann fór víðari, skrivar Hjaltur Poulsen, skipari, á sínum facebook vanga, har hann hevur lagt videobrot, har hann gevur fuglinum eta.

 

 

- Talan er um ein unga. Hann fleyg fyrst runt í stýrhúsinum, men fann ikki úaftur, og so setti hann seg beint frammanfyri meg, og hugdi so beint í eyguni á mær, greiðir Hjaltur Poulsen, skipari, frá.

 

 

- Eg fór so at finna honum ein góðan bita, og hann fekk havhestabringu og eisini eitt bein, ella lær, av havhesti, greiðir skiparin frá í telefonini av Íslandsrygginum.

 

 

- Hesa tíðina fáa vit ofta vitjan av slíkum flytifuglum. Tað eru ungfuglarnir, ið seta seg á skip at hvíla. Sera sjáldan teir gomlu. Hesir fuglarnir fáa ikki sett seg á sjógvin, og fáa onki at eta, fyrr enn teir eru komnir fram á mál, og tí eru teir ofta sera svangir og deyðatroyttir, sigur Hjaltur Poulsen.

 

 

At fáa vitjan av einum ungum smyrli er ikki óvanligt, og Hjaltur Poulsen minnist eina náttina, har teir høvdu fimm slíkar á vitjan umborð.

 

 

Skiparin er tíðindafróður, og veit manga søguna, og eitt nú minniast hann aftur á, at ein íslandsfalkur hevur verið á vitjan, og er hetta heldur sjáldsamt, og so var tað eisini søgan um ein albatross, og teir eru ikki vanligir á okkara leiðum.

 

 

- Vit eru á Íslandsrygginum. Veðrið hevur verið heldur keðiligt, og tað rekur hart, og fiskiskapurin hevur verið smáligur, hóast hetta er góð fiskitíð, men vónandi kemur vend í, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sum annars fegnst um áhugan, sum fólk hava víst søguni um unga Smyrilin, ið vitjaði umborð í morgun.