Tú kanst veita stuðul í sorg

Soleiðis kanst tú stuðla einum vini, starvsfelaga, granna ella familju, sum hevur mist ein av sínum kæru.

 

 


At fáa At fáa stuðul, umsorgan og uppmerksemi frá familju og vinum hevur ofta ótrúliga stóran týdning fyri eftirsitandi.

At fáa At fáa stuðul, umsorgan og uppmerksemi frá familju og vinum hevur ofta ótrúliga stóran týdning fyri eftirsitandi.

Rívur tú upp í sorgini, um tú spyrt um tað, sum er hent? Nógv, sum hava mist, siga, at tað ringasta, sum familja, vinir ella kenningar kunnu gera, er at látast sum einki. At fáa stuðul, umsorgan og uppmerksemi frá familju og vinum hevur ofta ótrúliga stóran týdning fyri eftirsitandi, tá sorgin hevur rakt.

 

Stuðulin, sum tú kanst veita í slíkari støðu, kann snúgva seg um at deila minnir, tankar og upplivingar um tann, ið er farin - ella at deila tankar um framtíðina, har hin farni ikki er við meira. At familja og vinir stuðla og hjálpa, kann minka um kensluna av at føla seg einsamallan, sum mong, ið mist hava, uppliva.

 

Mong góð ráð eru um, hvussu tú kanst stuðla einum, ið tørvar hjálp, og her kanst tú brúka tey ráð, sum nú einaferð hóska til títt samband við avvarðandi. Onkur, sum hevur mist, hevur følt, at fólk, tey kenna, líka sum ganga yvir um vegin fyri ikki at møta teimum, tí tey vistu ikki, hvat tey skuldu siga.

 

Men, fyri tann, ið hevur verið fyri missi, kann slíkt kennast rættiliga hart og særandi.

 

Tá tú møtir fólki, ið hava verið fyri slíkari lagnu, kanst tú fortelja teimum, at tú hugsar um tey og teirra sorg og sakn. Er talan um fólk, sum tú kanska ikki stendur so ógvuliga nær, kann tað vera eitt gott hugskot kortini at fortelja teimum, at tú veitst, hvat er hent í familjuni.

 

Hevur tú trupulleikar við at finna orðini, kanst tú siga, at “... tað ger mær ilt, at tú hevur mist...” ella “... eg havi hugsað nógv um teg, eftir at eg hoyrdi, at tú hevur mist...”

 

Alt eftir, hvørji bondini eru, kanst tú spyrja, um tú kanst veita viðkomandi eina hjálpandi hond, og tað er ikki verri, um tú eisini hevur okkurt hugskot um, hvørjum tú kanst hjálpa við. Kanska kennir tú hin eftirsitandi so væl, at tú slett ikki ert í iva um, hvør hjálp er hin besta.

 

Men, hetta er ikki altíð líka lætt. Haraftrat er tað ymiskt, hvat hin eftirsitandi hevur brúk fyri. Eru tað eldri fólk, sum hava mist, kunnu uppgávur sum innkeyp og matgerð lætta um, tá slík hjálp kann verða við til at skapa ein karm og innihald í truplu tíðini.

 

Er talan um eftirsitandi hjúnarfelaga í einari barnafamilju, kunnu gerandisuppgávurnar kennast møtumiklar. Nógvir eftirsitandi hjúnarfelagar í barnafamiljum vísa stórt takksemi, tá netverkið bjóðar ítøkiliga og praktiska hjálp, sum eitt nú nátturða, heimabakaðar bollar - ella at koyra børn millum heim, skúla ella barnagarð.

 

Sálarfrøðingurin hjá Kræftens Bekæmpelse, Laura D. Rosenvinge Kjersgaard, hevur nøkur ítøkilig boð upp á, hvat fólk, sum gjarna vilja hjálpa eftir deyðsfall, kunnu siga, og her er serliga talan um innleiðandi spurningar:

 

* Eg vil gjarna hjálpa tær, um eg kann

* Er tað í lagi, um eg ringi ella komi á gátt av og á - ella hevur tú so nógv at taka tær av beint nú, at tú mest hevur brúk fyri friði?

* Er tað í lagi, um eg spyrji, hvussu tú hevur tað - ella hevur tú heldur hug at snakka um okkurt annað?

* Eg vil gjarna gera tykkum onkran serstakan mat, tá eg kortini eri í holt við at matgera heima

* Hevði tað verið ein hjálp, um eg kom við nátturða til tykkum einaferð um vikuna - ella, er tað heldur okkurt annað, eg kundi hjálpt við?

* Ringir tú sjálv/-ur til mín, um tú fært brúk fyri hjálp seinni - ella, kann eg ringja til tín av og á og spyrja

* Hevur tú brúk fyri hjálp til at sláa grasplenuna, burturbeina rusk ella okkurt bankaørindi?

 

Laura D. Rosenvinge Kjersgaard vísir á, at við at nevna fleiri møguleikar, gert tú tað samstundis lætt fyri eftirsitandi at takka nei, um tørvur ikki er á hjálp. Kanska hevur eftirsitandi ikki brúk fyri hjálp í løtuni, men kann kenna seg hjálpta/-n við at vita, at hjálp er at heinta, um brúk verður fyri henni.

 

- Tað kann vera trupult hjá summum at siga ja til hjálp. Um tú sum avvarðandi veitst, at eftirsitandi ynskir, at grasið verður sligið, ella at ein posi við nýbakaðum bollum hevði komið væl við - ja, so kanst tú bara gera tað. Tá nýtist eftirsitandi ikki at taka støðu til tað.

 

Sálarfrøðingurin leggur dent á, at avvarðandi tó eiga at ansa eftir, at tað, tey gera, ikki fer yvir tey mørk, sum eftirsitandi hava. Hon vísir á, at tað ringasta, sum fólk kunnu gera, er at senda eitt sms og siga “skriva bara, um tú hevur brúk fyri hjálp...”, tí fólk í slíkari støðu hava sjáldan yvirskot at biðja um hjálp.

 

- Avvarðandi skulu bara ringja upp á, vera til steðgar og góðtaka, at fólk viðhvørt siga nei takk, leggur Laura D. Rosenvinge Kjersgaard aftrat.

 

Tað er ikki óvanligt, at fólk, sum hava mist, í eina tíð uppliva, at tey orka minni - at tey snakka minni og eru minni uppsøkjandi. Sum vinur er tað týdningarmikið, at tú góðtekur, at hin eftirsitandi ikki er sum fyrr og kanska ongantíð verður heilt hin sami aftur.

 

- Tað er eisini týdningarmikið, at tú gevur eftirsitandi stundir til at finna síni egnu bein aftur í eini broyttari tilveru og lívi.

 

Laura D. Rosenvinge Kjersgaard sigur, at tað kann vera eitt gott hugskot, um tú sum avvarandi í eina tíð átekur tær ábyrgdina fyri, at tit tosa saman, síggjast og annars halda sambandið við líka, sjálvt um eftirsitandi ikki setir seg í samband við teg.

 

- Nógv eftirsitandi síggja stórt í, at familja, vinir og kenningar vísa uppmerksemi og seta seg í samband við tey - eisini í einari tíð, har eftirsitandi ikki sjálvi hava yvirskot, sigur sálarfrøðingurin.

 

Tað er serliga í byrjanini eftir deyðsfall, at familja, vinir og kenningar vísa eftirsitandi uppmerksemi, men hin, sum hevur mist, setir stóran prís upp á umsorgan seinni eisini. Tað kann væl vera, at eftirsitandi tykjast glað og síggja gott út, men vit skulu minnast til, at tann, ið hevur mist, framhaldandi livir við avleiðingunum av tí, ið er hent.

 

- Tað kann minka um kensluna av einsemi, at tey, sum annars kundu verið rundan um hin syrgjandi og saknandi, lata hoyra frá sær og vilja hoyra, hvussu eftirsitandi hevur tað, sigur Laura D. Rosenvinge Kjersgaard.

Kelda: cancer.dk