Vildu hava rimmar gullbrúdleyp

- Vit hava altíð sagt, at vit skuldu halda eina rimmar veitslu, tá vit høvdu gullbrúdleyp.


– Tað er so øgiliga stuttligt og hugnaligt at koma saman og síggja alla familjuna. Fólk koma ikki saman upp á sama máta longur, og hví skulu vit bara hittast til jarðarferðir, spyr Birgit Augustinussen, sum var 18 ára gomul, tá hon varð gift við Hegga í Vágs kirkju tann 8. juni í 1968.

Birgit og Hegga hittust í Vági í 1967, og longu árið eftir vórðu tey gift. Fyrsta barnið fingu tey ein mánað eftir brúdleypið.

– Tá vóru tað nógvar, sum giftust, tí tær vóru upp á vegin. Tað var ikki sum í dag. Nú liva nógv saman og fáa børn, og tey gifta seg kanska ongantíð. Soleiðis var tað ikki tá. Var ein upp á vegin, so varð ein giftur beinanveg­ in, sigur Birgit, sum eigur fýra døtur saman við manninum.

– Eg veit ikki, um tað var gott ella ringt at verða giftur beinanvegin. Men í mínum føri var tað gott, sigur Birgit, sum saman við manninum og við góðari hjálp frá døtrunum skipaði fyri rimmar gullbrúdleypsveitslu í VB­húsinum fyrr í hesum mánaðinum.

– Vit hava altíð sagt, at tá vit høvdu gull­ brúdleyp, so skuldu vit hava eitt rimmar ball. Vit vóru heldur ongantíð í iva um, at vit skuldu hava eitt stórt brúdleyp, tá vit vórðu gift.

– Vit hava ongantíð verið tey, sum hava ferðast nógv. Men vit hava hildið veitslur,

siga tey bæði, sum eisini høvdu stórar veitsl­ ur, bæði tá Helgi fylti 70 og 75 ár.

Birgit og Hegga ásanna, at summi tíma ikki stríðið av stórum veitslum.

– Men tað stríðið fer so skjótt framvið, og ein fær eisini so øgiliga góða hjálp. Er baklandið gott, so ber tað væl til at halda stórar veitslur, siga tey bæði, hvørs gullbrúd­ leypsveitsla byrjaði fríggjadag og helt fram alt vikuskiftið.

GULLBRÚDLEYP Í FLEIRI DAGAR

Á sjálvum gullbrúdleypsdegnum tann 8. juni borðreiddu tey við morgunmati heima hjá Birgit og Hegga. Tey hava nógva familju í Suðuroy og eisini í Danmark, haðani nógv vóru komin at hátíðarhalda dagin, sum varð hildin við góðum mati, tónleiki, sangi og fýr­ verki, har ein stór rakett varð skotin fyri hvørt árið, ið tey høvdu verið gift.

– Teimum dámar so væl fýrverk í Vági. Tey høvdu goymt fýrverk frá nýggjárinum og skutu 50 stórar rakettir um kvøldið. Tað var eitt øgiligt lív, sigur Birgit og greiðir frá, at veitslan helt fram alla náttina.