1. FM-finalan í Burn mansdeildini verður leikt í morgin

H71 tekur móti KÍF í Hoyvíkshøllini

Sunnudagin klokkan 17 verður tann fyrsta FM-finalan í Burn mansdeildini leikt í Hoyvíkshøllini, har H71 tekur ímóti KÍF.

 

Spælt verður best av fimm dystum í FM-finalunum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19 verður 2. FM-finalan leikt í høllini í Kollafirði, og komandi leygarkvøld klokkan 19 verður 3. FM-finalan leikt í Hoyvíkshøllini.

 

Ein møgulig 4. FM-finala verður leikt í høllini í Kollafirði, og ein møgulig 5. FM-finala verður leikt í Hoyvíkshøllini. 

 

H71 endaði omanfyri KÍF í grundspælinum, og tí fáa hoyvíkingar tríggjar FM-finalur á heimavølli um tað kemur hartil.