Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 16.05.2018 (11:36)

1. mai í 2020 stendur hotellið klárt

Hotel Hafnia og Articon gjørt sáttmála um nýtt hotell á Oknarvegnum í Havn

 

Hotel Hafnia, sum hevur langar og stoltar traditiónir innan gistingarhúsvinnuna í Føroyum, er nýliga høvuðsumvælt og er í dag eitt fult dagført gistingarhús við betri, fleiri og fjølbroyttari gistingarmøguleikum enn áður.

 

Ferðavinnan er nógv ment seinnu árini og er nú ein týðandi vinna í Føroyum. Um ferðavinnan framhaldandi skal vaksa, er tó neyðugt, at útboðið av gistingarmøguleikum verður enn størri og fjølbroyttari. Í løtuni er støðan, at vit hava vit nøktandi orku, tá talan er um flutning, meðan trotið á gistingarmøguleikum forðar fyri víðari menningini av ferðavinnuni í Føroyum.

 

Stóra almenna og privata arbeiðið innan menning av ferðavinnu í Føroyum, stóru íløgurnar, ið eru gjørdar í matstovur og onnur ferðavinnutilboð seinastu árini, umframt økta flutningsorkan í flogvinnuni ger, at Hotel Hafnia hevur avgjørt at fara undir eina størri hotell verkætlan.

 

Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í fleiri ár, men nú er loksins avtala gjørd við byggifelagið Articon um bygging av hotellinum. Byggingin skal eftir ætlan byrja í august 2018, og hotellið skal takast í nýtslu 1. mai 2020. Byggingin er treytað av, at endaligt byggiloyvi verður givið.

 

Nýggja hotellið verður bygt á Oknarvegi í Havn. Hotellið er sniðgivið soleiðis, at tað passar væl inn í náttúruna og lendið. Útsíðurnar verða úr timbri og glasi, og flag verður lagt á tekjuna. Hotellið hevur 126 kømur, góð fundarhøli og góð parkeringsviðurskifti, har pláss er fyri 130 bilum. Ætlanin er, at hotellið skal kunna hýsa bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki, ið hava tørv á gisting og fundarvirksemi.

 

Umframt nýggja hotellið á Oknarvegnum rekur Hotel Hafnia eisini Hotel Skálavík á Sandoynni.

 

Hotel Hafnia er partur av Smyril Line samtakinum, og tá ið nýggja hotellið stendur liðugt, hevur samtakið gott og væl 230 kømur at ráða yvir.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her