fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.01.2019 (16:40)

- 10 ár inntil javnvág kemur á bústaðarmarknaðin

- Tørvur er á at skipa og stýra bústaðarbyggingini í høvuðsstaðnum betri og meira málrættað. Fleiri privat-vinnuligir íleggjarar og fíggingarstovnar mugu koma framat og sleppa at byggja undir somu kappingartreytum, sum eitt nú almenna felagið Bústaðir. 

 

Hetta sigur Johan Dahl í sambandi við nøkur uppskot frá á Sambandsflokkurin, sum kunnu seta ferð á bústaðarbyggingina.

 

Hann vísir á, at tørvur er á 600 íbúðum í mistaðarøkinum.

 

- Við verandi gongd í byggivirkseminum og avmarkingum á arbeiðsmarknaðinum, so vil tað taka eini 10 ár áðrenn ein nøktandi javnvág verður á bústaðarmarknaðinum í Tórshavn, bæði tá talan er um tal á bústøðum og eitt útboð, sum dekkar tørvin breitt hjá ymsu málbólkunum. 

 

Bústaðarloysnin hjá Sambandsflokkinum fevnir um nøkur innsatsøki sum eitt nú at geva bústaðarfeløgum heimild til alternativa bústaðarbygging, og at geva fólki við láginntøkum íbúðarískoyti.

 

Les meira HER.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her