10 línuskip eru til fiskiskap

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátur er brúkiligur, og bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu.

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

- Vit rokna við, at annað skipið kemur inn at landa í næstu viku, og hitt kemur í aðru viku. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu og longu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Átta frystilínuskip eru eisini til fiskiskap, trý fiska undir Føroyum, og fimm fiska í íslendskum sjógvi. Frystilínuskipini fáa eisini eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Nøkur frystilínuskip koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

Streymurin er hampiligur, men veðrið verður skiftandi. Tí er ikki væntandi, at tað verður nógvur útróður teir næstu dagarnar.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátur er brúkiligur, og bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fleiri útróðrarátar eru farnir at fiska við snellu, nú vártíðin so smátt er byrjaði.