100 ár síðani kvinnur sluppu á løgtingsval

Í dag eru 100 ár síðani fyrsta løgtingsvalið, har bæði kvinnur og menn sluppu at velja. Valið var 24. apríl í 1918

24. apríl í 1918 var løgtingsval – sum samstundis var fyrsta løgtingsvalið síðani grundlógarbroytingina í 1915, sum loyvdu kvinnum í danska kongaríkinum velja á fólkatingsvalum og kvinnum í Føroyum velja á løgtingsvalum.

 

Tí við grundlógarbroytingini 5. juni í 1915 fingu kvinnurnar valrætt.

 

Fyrsta grundlógin er frá 5. juni í 1849, og báðar broytingarnar, sum eru gjørdar í grundlógini, eru samtyktar 5. juni, sum tí hevur verið grundlógardagur tríggjar ferðir. Við 111 atkøvðum fyri og einari ímóti samtykti Fólkatingið at geva kvinnum valrætt 5. juni í 1915. Seinni hendan dagin skrivaði Kristian 10. kongur undir nýggju grundlógina.

 

Í 1953 hendi tann broyting í grundlógini, at kvinnulig arvafylgja varð samtykt fyri danska monarkiið. Hetta til tess at Margreta prinsessa skuldi kunna taka við trúnuni eftir pápa sín. Tað kundi hon ikki sambært gomlu grundlógini, og tí hevði systkinabarn hennara og javnaldurin, Ingolf, verið kongur í dag, um grundarbroytingin ikki varð samtykt í 1955.

 

Tá var tveykamarsskipanini eisini avtikin – við fólkatingi og landstingi. Landstingið varð niðurlagt. Fyri broytingina hevði Føroyar eitt fólkatingsumboð og eitt landstingsumboð, sum løgtingið valdi. Síðani 1953 hava Føroyar valt tvey fólkatingsumboð í staðin. Grønland gjørdist samstundis javnsettur partur av kongaríkinum.

 

Fríðrikur 9. kongur skrivaði undir grundlógina frá 1953, eftir at hon varð samtykt við fólkaatkvøðu.

 

Á løgtingsvalinum í 1918 gjørdist Sjálvstýrisflokkurin størsti flokkur við 11 løgtingsmonnum. Sambandsflokkurin fekk 9. Kortini fekk Sambandsflokkurin fleiri atkvøður, 2.950 (50,2%), meðan Sjálvstýrisflokkurin fekk 2.921 atkvøður (49,8%). Valdømisskipanin gjørdi tá munin, at Sjálvstýrisflokkurin fekk tveir tingmenn fleiri enn Sambandsflokkurin.

 

Nevnast kann, at sunnudagin vóru 100 síðani kvinnur sluppu á fólkatingsval í Danmark og í Føroyum, sum var 22. apríl í 1918.