fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.6m/s

Leita á in.fo

Annika Olsen 10.04.2017 (11:13)

100 dagar við nýggjum býráði

Tórshavnar kommuna skal vera fevnandi og rúmlig og sum landsins tyngdarpunkt skal hon vera ein kraftdepil við atdráttarmegi, ið røkkur út um um kommunumark og landoddar. Hetta er høvuðssboðskapurin hjá nýggju býráðssamgonguni í Havn. Í dag mánadagin 10. apríl eru 100 dagar farnir, síðani nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu bleiv skipað. Við útgangsstøði í einum góðum samgonguskjali legði býráðsmeirilutin beinanvegin til brots fyri at taka týðandi stig á leiðini at menna og skapa trivnað í Tórshavnar kommunu. Aðaltátturin hjá nýggju býráðssamgonguni er, at gjøgnumskygni skal valda í øllum viðurskiftum kommununnar, soleiðis at borgarin kann fáa fult innlit í og fylgja við øllum tí, sum fyriferst í kommununi. Ein liður í hesum er at leggja langtíðarætlanir fyri løgur og rakstur, soleiðis at tað er greitt fyri borgarunum í kommununi, nær tær ymsu verkætlanirnar falla, og hvussu fíggjarviðurskiftini annars eru hjá kommununi. Hetta arbeiðið er í gongd og verður væntandi lagt alment fram í summar. Tað er umráðandi, at øll mál eru væl fyrireikað og fáa neyðugu viðgerðina alment, umsitingarliga og politiskt.

 

 

Til tess at fáa størri opinleika inn í allar politiskar avgerðir, verða nú allir býráðsfundir stroymdir beinleiðis, og til ber eisini at síggja eldri fundir á netinum. Borgarin kundi á fyrsta sinni fylgja við einum býráðsfundi á netinum fyrst í mars mánaði. Harumframt verður dentur lagdur á, at skráirnar til býráðsfundir verða tøkar í nóg góðari tíð, soleiðis at almenningurin kann kunna seg um, nær málini koma fyri býráðið.

 

 

 

Tórshavn sum setursbýur

Eitt av stórmálunum hjá býráðssamgonguni er at viðvirka til, at Tórshavnar kommuna styrkir støðu sína sum setursbýur. Málið um Sjóvinnuhúsið hevur verið drúgt. Býráðssamgongan hevur nú funnið eina skilagóða loysn fyri Sjóvinnuhúsið, har vitan, vinna og íverksetan ganga hond í hond undir somu lon á 7000 fermetrum. Fyrstu leigararnir eru fluttir inn, og longu nú sita 28 íverksetarar í Hugskotinum, sum er flutt inn á triðju hædd. Í næstum verða allir fermetrarnir tøkir, og tá flyta aðrar vinnufyritøkur inn umframt Setrið, sum er týðandi liður í arbeiðinum at menna Tórshavn sum lestrarbý. Nýggju leigararnir fara at skapa enn meira lív á Vestaru bryggju. Fyri at fáa trivnaðin í hásæti á hesum øki er somuleiðis avgerð tikin um, at 2 hæddir í Saltsiloini verða bodnar út til vistveiting hjá privatum at reka. Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Í niðaru hæddini eru 342 fermetrar, og á ovaru hæddini er svali, sum er 249 fermetrar til víddar. Nógv fólk fer at halda til á Vestaru bryggju, og í ljósu og opnu hølunum í Saltsiloini fara fólk at nóta ein góðan bita, tá ið matstovan letur upp. Nógva virksemið á Vestaru bryggju krevur parkeringspláss. Tí hevur vinnunevndin gjørt av, at tað skulu gerast 297 parkeringspláss uttan fyri Sjóvinnuhúsið. Málið er farið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Ongin setursbýrur uttan lestrarbústaðir, tí avgjørdi býráðssamgongan beinanvegin at geva loyvi til, at privatur byggiharri kundi byggja 108 lestrarbústaðir við Marknagilsvegin.

 

 

 

 

Musikkskúlin

Fyrsta stóra avbjóðingin hjá býráðssamgonguni var at finna neyðuga fígging til musikkskúlan. Leingi hevur verið tosað um at byggja nýggjan skúla til tónleik í Tórshavnar kommunu, men tað hevur ikki borið á mál at fáa neyðuga fíggingina til vega til hesa verkætlan. Musikkskúlin kostar 96,5 milliónir krónur, harav umleið 7 milliónir longu eru brúktar til prosjektering. 26 milliónir eru tøkar, og restin verður fíggjað við sløkum 45 milliónum í 2018 og 18 milliónum í 2019. Hesin skúlin kemur at vera til gangs fyri mangar tónlistaspírar og kemur at lyfta føroyska tónleikaumhvørvið á eitt enn hægri stig, og bert hugflogið setur mørk fyri, hvat hesin valabygningur kann brúkast til.

 

 

 

Bústaðarviðurskiftini ovast á breddan

Tað er gleðiligt, at fólkatalið alsamt veksur í Tórshavnar kommunu. Í fjør vaks Tórshavnar kommuna við 392 íbúgvum. Hetta gevur sjálvsagt avbjóðingar á bústaðarøkinum. Tí hevur býráðssamgongan sett bústaðartørvin og bústaðarviðurskiftini ovast á breddan. Á býráðsfundi 30. mars samtykti býráðið at gera ein bústaðarpolitikk, har tørvurin á bústøðum verður lýstur og leikluturin hjá kommununi nágreinaður. Komandi 2-3 árini verða 1400 búeindir bygdar í kommununi, men tað er sera ivasamt, um hetta fer at nøkta allan tørvin. Tí er býráðssamgongan sinnað at gera enn meiri á bústaðarøkinum fyri at nøkta tørvin og fyri at kunna veita ein so fjøltáttaðan bústaðarmarknað sum gjørligt. Ì løtuni verður arbeitt við at finna aðrar, nýggjar og bíligari loysnir til broyttu familju-, livi- og bústaðarmynstri. Tí hava vit tikið samband við grunnar, feløg, myndugleikar o.o. fyri at bróta upp úr nýggjum og ganga nýggjar leiðir. Tað skal eisini bera til at búleikast í bygdunum í kommununi og at fáa grundstykkjaprísin á eitt nøktandi stig. Á býráðsfundi hin 2. mars varð avgerð tikin um, at tey 22 grundstykkini á Hamrabøi í Kollafirði skulu seljast fyri marknaðarprís. Kostnaðurin er nú 250 túsund ístaðin fyri ætlaða kostprísin, ið var 600 túsund krónur. Við hesi avgerð hevur kommunan slóðað fyri, at tað gerst møguligt hjá fleiri ungum familjum at festa búgv í bygdum og oyggjum í kommununi.

 

 

 

Búeindir til eldri

Játtað er 1 millión krónur til verkætlan at fyrireika búeindir til aldrandi borgarar, sum ætlanir eru um at lata byggja í Tórshavnar kommunu. Vit hava avbjóðingar bæði við verandi kørmum á eldraøkinum umframt, at neyðugt er at byggja nýtt. Byggingin skal vera fjølbroytt við bæði umlættingarplássum, røktarbúplássum og íbúðum. Fyri at røkka málinum um, at okkara eldri kunnu búleikast sum longst í egnum heimi er neyðugt við venjingum og endurvenjing, eini styrktari heimatænastu og virknum tilboðum annars til okkara eldri. Ergoterapeuttoymið og fysioterapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni bjóðar nú fram tvinni nýggj skeið, ið fata um venjing og undirvísing frá ergoterapeutum og fysioterapeutum. Eitt skeið er til teirra, sum nýligani hava fingið staðfest Parkinson og eitt til teirra, sum hava livað við Parkinson í eina tíð.

 

 

 

 

Ráðstevnustaðurin Tórshavn

Tórshavnar kommuna er farin í samstarv við Visit Faroe Islands og vinnuna í kommununi um at marknaðarføra høvuðsstaðin uttanlands sum ráðstevnustað. Kommunan hevur í fyrstu atløgu játtað 200.000 krónur til at fáa ráðstevnur og fundir til høvuðsstaðin. Hetta er byrjanin til eitt gott samstarv, og ætlanir eru nú at víðka samstarvið. Tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna er ein virkin viðspælari, soleiðis at ferðavinnan fær bestu sømdir, og tað er umráðandi at fáa tey røttu ferðandi til tað rætta tíðarskeiðið á árinum, tá tað ikki eru nógv ferðafólk. Hagtøl vísa, at ein vanligur ferðandi leggur 1000 krónur eftir seg.Ein ráðstevnugestur leggur hinvegin 3000 krónur eftir seg um døgnið. Hetta fer at geva avkast til tænastuvinnuna í býnum.

 

 

 

Nýggjur golfvøllur á Glyvursnesi

Ætlanirnar um at byggja nýggjan golfvøll á Glyvursnesi eru nú uppafturtiknar. Golfvøllurin fer at hava ein týðandi ítróttarligan og ferðavinnuligan týdning . Harumframt kemur ein slíkur vøllur at stimbra fólkaheilsuna, tí hetta er ein ítróttargrein, sum kann íðkast uttan mun til aldur. Peningur verður settur av til at fara undir forkanningar, og síðani verður neyðug játtan sett av í eini langtíðaríløguætlan.

 

 

 

Vinnuforum

Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir kommunalir karmar. Eini 200 fólk vóru til fyrstu vinnustevnuna, sum kommunan skipaði fyri í mars mánaði. Vinnan og kommunan hittust í Sjóvinnuhúsinum til hetta tiltakið, sum verður afturvendandi. Tað er umráðandi, at Tórhavnar kommuna hevur eitt gott samstarv og samskifti við vinnulívið í kommununi. Býráðssamgongan vil veita vinnulívinum bestu karmar, og arbeitt verður í løtuni við at fáa til vega ein útbjóðingarportal, soleiðis at vinnan hevur møguleika fyri at bjóða uppá øll arbeiði hjá kommununi. Tórshavnar kommuna skal ikki vera kappingaravlagandi, men stimbra og kveikja vinnulívið í býnum.

 

 

 

Ferðsluljós við Hvítanesvegin

Málið um at loysa avbjóðingina við ferðsluni á Hvítanesvegnum hevur verið drúgt. Politiskt hevur verið togað aftur og fram um ferðsluljós ella rundkoyring. Nógvir bilar hava í nógv ár staðið í bilrøð við vegamótið við Hvítanesvegin og Eystara Ringveg og hetta til miklan ampa fyri ferðsluna. Fakliga tilráðingin er, at ferðsluljós er tann skilabesta loysnin, og hana hevur býráðsmeirilutin nú fylgt.

 

 

 

Miðbýarbúgvar fáa parkeringsloyvi

Íbúgvar í miðbýnum, sum ikki hava møguleika at hava egnan bil parkeraðan á egnum bústaði, fáa nú útflýggjað parkeringsloyvi eftir umsókn. Loyvini eru avmarkað til eitt loyvi til ein bústað. Parkeringsøkið er býtt upp í trý loyvisøki og gevur atgongd í óavmarkaða tíð at parkera á flest øllum parkeringsbásum í miðbýnum við tíðaravmarkingini 2 og 8 tímar í økinum hjá loyvishavaranum. Ætlanin er, at skipanin skal hvíla í sær sjálvum, og tí er ein árligur kostnaður settur at vera 800 krónur. Hetta loysir sjálvsagt ikki parkeringstrupulleikarnar sum heild, men hesum verður arbeitt við at loysa.

 

 

 

Nýggj stova til vøggustovubørn

Burðartalið veksur alsamt, og í fjør vóru fleiri enn 300 børn fødd í Tórshavnar kommunu. Hetta eru áleið 50 børn fleiri enn undanfarin ár. Tí er ein nýggj stova til vøggustovubørn latin upp í Býlingshúsinum undir Brúnni. Nýggja stovan lat upp fyrst í apríl. Aðrar tillagingar eru eisini gjørdar til tess at útvega fleiri pláss. .

 

 

 

Trivnaður í hásæti

Í Tórshavnar kommuna eru eisini fleiri bygdir og oyggjar. Umráðandi er, at trivnaðurin er í hásæti í øllum økjum í kommununi. Samtykt er at játta pening til bátadráttin í Kollafirði, sum fer at geva enn fleiri bátapláss í hylinum. Fyri at fáa trivnað í øllum býarpørtum í kommununi og at geva borgarunum fleiri náttúruupplivingar, hevur býráðssamgongan samtykt at játta 1,8 milliónir krónur til spælipláss og fríøki í kommununi. Hesi eigarafeløg hava fingið tillutað játtan; Bóndaheygur, Heiðavegur, Tórfinsøta, Heimasta Horn, Kirkjubøur, á Dunga, undir Borgarhálsi á Velbastað, Hoyvíkshædd, Dýrindalsgøta og Tjarnalág.

 

 

 

Mentan

Ongin høvuðsstaður uttan eitt ríkt mentanarlív. Avgerð er tikin um, at Tórshavnar kommuna yvirtekur savnið hjá Birgari Johannessen, soleiðis at savnið kann koma í eina tryggja legu. Býráðssamgongan hevur eisini sett sær fyri, at filmsvinnan í høvuðsstaðnum skal mennast, og tí hevur Klippfisk fingið innivist í Sjóvinnuhúsinum.

Í kommununi er eitt ríkt ítróttarlív, men ikki allur ítróttur hevur havt líka góðar sømdir. Froskmannafelagið og Kajakkfelagið hava leingi ynskt betri karmar til teirra virksemi. Avgerð er nú tikin um, at hesi fáa innivist undir Bakka.

Hetta eru bert nøkur av teimum málum, sum býráðsmeirilutin hevur loyst eftir 100 døgum, og enn fleiri mál eru á breddanum. Hóast vit hava skipað okkum í ein býráðsmeiriluta og minniluta, so skal tað vera mín vón, at vit fáa eitt gott og gevandi samstarv við minnilutan - okkara borgarum og býnum at frama. At enda vil eg ynskja øllum einar gleðiligar og friðsælar páskir.

 

 

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu