Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 13.09.2017 (15:15)

10.000 evakuerað í Moskva eftir bumbuhóttan

20 ymisk støð í Moskva eru evakuerað, eftir at fólk hava ringt við fleiri bumbuhóttanum.

 

Fleiri enn 10.000 fólk eru evakuerað í Moskva nú seinnapartin úr eitt nú handilsmiðstøðum, jarnbreytarstøðum og lærdum háskúlum.

 

Tað hendir, at eftir at fleiri bumbuhóttanir hava verið næstan samstundis, upplýsir tilbúgvingarstovnurin sambært russiska miðlinum, RT.

 

– 20 støð verða í løtuni evakuerað, og fleiri enn 10.000 fólk eru fylgd út – sjálvt um tað neyva talið enn ikki er váttað, sigur ein kelda í tilbúgvingarstovninum fyri tíðindastovuni Tass.

 

– Tað sær út sum um, at talan er um telefon-yvirgang, men vit verða noydd at kanna eftir trúvirðinum í hóttanunum.

 

Ringt varð so nøkulunda samstundis, leggur keldan afturat sambært RT, og tær halda fram eftir at fólk eru flutt burtur.

 

/ritzau/