fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Tað er ódnarveður, og fólk eru flutt burtur úr íbúðarøkjum í Longyearbýnum, har vandi eitt nú er fyri skalvalopum.

Vilmund Jacobsen 10.01.2019 (00:48)

110 fólk flutt úr íbúðarøkjum

110 fólk eru í dag flutt burtur úr íbúðarøkjum í Longyearbýnum á Svalbard, nú veðurútlitini har fyri hósdagin eru so vánalig. Tað er tilbúgvingarráðið í býnum, sum hevur tikið hesa avgerð.

 

Kunningarráðgevin hjá sýslumanninum á Svalbard, Terje Carlsen, sigur, at av teimum 110 fólkunum, sum eru flutt úr íbúðarhúsum, eru 80 studentar.

 

Forboð er eisini sett fyri at koyra í somu økjum, har íbúgvararnir eru fluttir burtur, og hetta forboð er galdandi frá klokkan 08 hósmorgunin.

 

Veðurávaringarnar fyri økið siga, at her kunnu hvirlur raka, sum hava eina vindferð upp í einar 45 metrar um sekundið. Haraftrat er vandi fyri skalvalopum.

 

Søguligar hendingar siga okkum, at álvarsligar støður kunnu taka seg upp í slíkum veðri, og væntandi er, at sýnið í Longyearbýnum kann gerast sera vánaligt.

 

- Tí er eingin orsøk til at ferðast úti óneyðugt, sigur kunningarleiðarin hjá sýslumanninum á Svalbard.

 

Orsakað av vánaligu veðurútlitunum verða mong støð stongd í Longyearbýnum hósdagin, eitt nú barnagarðar, skúlar, ungdómsfelagsskapir, bókasøvn og listasøvn.

 

Tað er www.nordlys.no, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her