fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.02.2018 (22:30)

12 milliónir krónur skilja boðini

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunnilin boðar í kvøld frá, at felagið hevur latið upp tilboðið upp á at gera ravmagns- og trygdarskipanunum í Eystur- og Sandoyartunlinum.


Tvey tilboð vóru komin upp á arbeiðið, og vóru tey frá Roxel AS í samstarvi við m.ø. El-Service og LM Electric, og ljóðaði tað upp á tilsamans 146,7 milliónir krónur, meðan tilboðið frá ABB AS og Kvinnherad Elektro AS, var upp á 158,9 milliónir krónur. Sostatt eru umleið 12,2 milliónir krónur á muni.


- Fyri at fáa fíggingina til vega í 2016, meðan fíggingarmøguleikarnir vóru góðir og rentan lág, vóru bert sjálvir tunlarnir v.m. bodnir út. Orsøkin var, at tað var ikki møguligt at fáa prosjektering og útboðið av ravmagns- og trygdarskipanunum liðugt fyrr enn til nú, samstundis sum tað var mett, at váðin við at bíða var ov stórur. Harumframt var møguligt at byrja fyrr upp á tunlarnar, enn annars, skrivar felagið á facebook.


Upplýst verður, at tilboðini nú verða kannaði fyri at tryggja, at tey eru í tráð við útbjóðingartilfarið og ikki eru villur í teimum. Ætlandi verður sáttmáli undirskrivaður í vár um arbeiðini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her