Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 08.06.2018 (20:50)

120.000 tódnaðu niður í 12.500 krónur

Tá Hjørdis Mortensen í Havn fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, slapp maður hennara, Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og núverandi løgtingslimur, at draga Gekka-hjólinum.

 

Men, tað eydnaðist ikki fjarritaranum at draga tær tríggjar miljónir krónurnar, sum vóru at vinna í kvøld, heim til konuna. Vinningurin gjørdist tilsamans 12.500 skattafríar krónur, sum tó eisini er peningur.

 

Tey valdu at koyra miljónirnar í reyða leypin. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum varð faldað við 10, og soleiðis stóð Hjørdis Mortensen hesa løtu við 100.000 krónum.

 

Hon valdi at royna einaferð aftrat, og í øðrum drátti steðgað hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við seks hevði givið 120.000 skattafríar krónur.

 

Hjørdis Mortensen valdi tó royna eydnuna triðju og seinastu ferð, og hesaferð steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum soleiðis gjørdist samlaði vinningurin hjá henni í kvøld.

 

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum heilar 3,2 miljónir krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her