13 ára gamal fekk bronsu

Um vikuskiftið var seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartspælarunum áðrenn stóru altjóða kappingarnar

Seinasta styrkiroyndin hjá føroysku dartspælarunum áðrenn stóru altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, var um vikuskifið. Kappast var í hølunum hjá D9 á Skála. Tað vísti seg aftur hesa ferð, at føroysku spælararnir eru til reiðar, at bjóða øllum stóru stjørnunum av, skrivar Dartsambandið.

 

Benny Hansen

 

Tá kappast verður í dart, verður spælt í trimum bólkum. Kvinnur, og so menn A og B, har B bólkurin er fyri teir meir óroyndu. Benny Hansen úr D9 hevur seinnu árini verið í B-bólkinum, og hevur gjørt tað framúr væl.

 

Hesa ferð valdi hann at royna seg millum teir bestu, og sigast má, at tað er har hann hoyrir heima, verður sagt úr Dartsambandinum. Benny Hansen spældi seg fram til finaluna, har hann tó tepurt tapti 7-5 á Jan McIntosh.

 

Hetta er eitt ótrúliga flott úrslit. Hann hevureginleikar sum fáur, serliga tá hugsa verður um, at helvtina av árinum er hann við trolara og kann ikki venja eins og aðrir. Á veg til finaluna vann hann fyrst 5-2 á Hera Kallsoy, síðani 5-4 á landsliðsleikarnum Marjus Hansen, áðrenn hann í hálvfinaluni vann 6-3 á Remy G Hansen. Tá komið var til finaluna var bitin ov stórur, men hann kundi fara stoltur um fjørðin við eini silvurkrónu.

 

##med2##

 

Eli Heinesen

 

Eli Heinesen er tað mest spennandi navnið at fylgja í føroyskum dart. Drongurin er 13 ára gamal og longu í fjør sóu vit, at her er talan um ein spælara við serliga góðum eginleikum. Spennandi verður at fylgja honum í framtíðini. Eli spældi seg fram til hálvfinaluna, har hann tó tapti 4-1 á Petur Johansen, sum seinni vann kappingina. Á vegnum var nógv gott spæl og onkur 180 at síggja frá honum.

 

Ungdómurin hevur ordiliga tikið dart ítróttin til sín. Fleiri og fleiri koma í feløgini at venja. Hetta er nokk orsaka av frálíku úrslitunum, sum 16  ára gamli Luke Littler hevur havt seinasta árið. Nú manglar bara, at tey ungu eisini koma við til fleiri kappingar, skrivar Dartsambandið.

 

- Vit hava ikki sæð so nógv ung í feløgunum, síðani einaferð í 90'inum. Tað er tað gleðiligt, sigur Dartsambandið.

 

Petur Johansen úr D9 vann sum sagt B bólkin, har hann í eini spennandi finalu vann 5-4 á John Bjarna Fredriksberg úr D9

 

Beinta Joensen

 

Finalan hjá kvinnum var ímilllum Beintu Joensen úr KDF og Kristbjørg Vesturklett Reinert úr VDF, sjálvt um úrsliti segði 4-1 til klaksvíks dámuna, so var spenningur í hvørjum setti, og meisti Kristbjørg nógvar doublar og var tað munurin. Finalan var væl spæld og vóru nógvar 100 + skoringar á vegnum. Vit mangla enn eitt sindur í á kvinnusíðuni, tað eru tíanverri ov fáar ið hava dart ítróttin sum sín ítrótt, men tær sum eru, taka tað seriøst og blíva betur og betur hvørt ár.

 

##med3##

 

Úrslitini

 

Menn A

 

1. Jan McIntosh HDF

 

2. Benny Hansen D9

 

3. Remy G Hansen D9

 

3. Jan Erik Fjallstein VDF

 

Menn B

 

1. Petur Johansen D9

 

2. John Bjarni Fredriksberg D9

 

3. Eli Heinesen  Pílar og Skot

 

3. Casper Christensen D9

 

Kvinnur

 

1. Beinta Joensen KDF

 

2. Kristbjørg Vesturklett Reinert VDF

 

3. Durita Joensen KDF

 

3. Maibritt Hvíthamar HDF