13 fólk deyð í vanlukku í siglandi bussi

Ein bátur, sum eisini er ein bussur, hálvdist í gjár í Missouri við 31 fólkum umborð. Higartil er staðfest, at 13 eru deyð

Í minsta lagi 13 fólk doyðu í gjár, tá ein serligur ferðafólkabátur hálvdist við býin Branson í amerikanska statinum Missouri.

 

Tað upplýsir guvernørurin í statinum, Mike Parson.

 

Sjey fólk fingu skaða, skriva amerikanski miðlar sambært tíðindastvouni Reuters.

 

Báturin, sum eisini er gjørdur til at kunna koyra á vegnum, var eitt væl umtókt ferðafólkamál, »Ride the Ducks«, har vitjandi vórðu koyrd runt í serbygda bátinum bæði til vants og til lands.

31 fólk – harímillum fleiri børn – vóru umborð, tá báturin hálvdist og sakk. Fleiri fólk vórðu koyrd á sjúkrahús.

 

Tilbúgvingin á staðnum, Suothern Stone, váttaði fyrr í dag yvir fyri miðlinum KYTV, at fleiri vóru deyð í vanlukkuni.

 

Tá báturin hálvdist, var nógvur vindur í økinum. Vatnið liggur á markinum millum Missouri og Arkansas.

 

Í gjár arbeiddu kavarar og bjargingarfólk framvegis í økinum kring vantið. Sambært myndugleikunum á staðni fara bjargingarfólkini at arbeiða í alla nátt eisini.

 

– Tað verður ein avbjóðandi nátt og morgu, segði Doug Rade, sjeriffur í Stone County, sambært AP.

 

Suzanna Smagala frá Ripley Entertainment, sum eigur ferðamálið »Ride teh Ducks«, sigur, at felagið hevur hjálpt til við bjaringararbeiðinum. Hon leggur afturat, at hetta er fyrsta vanlukka hjá felagnum í fleiri enn 40 ár.

 

Branson liggur um 320 kilometrar í ein landsynning úr Kansas City og er eitt væl umtókt ferðamál fyri familjur.

 

/ritzau/