fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 19.09.2017 (09:10)

13 knallertkoyrarar fingu bót

Fleiri knallertkoyrarar í Havn fingu eina heilsan frá løgregluni seinnapartin og út á kvøldið í gjár, tá løgreglan hevði ein málrættan innsats móti knallertum.

 

13 bøtur vóru skrivaðar í hesum sambandi. Tríggjar knallertir koyrdu ov skjótt, meðan tríggir førarar manglaðu koyrikort til knallert, tveir til lítlar og ein til stóra knallert. Ein knallert bleiv eisini tikin fyri at koyra við einum sitandi aftanfyri, sum ikki er loyvt. Onkrir bilførarar vóru tiknir í sama viðfangi fyri at koyra ov skjótt.

 

Annars hevði løgreglan lítið at siga frá kvøldinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her