fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.02.2018 (11:51)

15.000 fleiri gistingar í Føroyum

 

175.000 gistingar vórðu skrásettar hjá føroysku gistingarhúsunum, ból og bita, íbúðum/húsum og kamping í fjør. Tað eru 15.000 fleiri enn áríð fyri, skrivar Hagstovan.

 

Á gistingarhúsunum vóru 62.000 gistingar, sum svarar til 7.400 fleiri enn í 2016, ein vøkstur uppá 14%.

 

Kømurini á gistingarhúsunum blivu leigaði út 91.800 nætur í fjør, ein øking upp á 8.600 í mun til 2016, ella ein 10% vøkstur.

 

Persónsgistinæturnar á gistingarhúsunum vóru útivið 143.00 í 2017, einar 15.300 fleiri enn í 2016, svarandi til ein vøkstur upp á 12%.

 

Frásæð eina afturgongd í innskrivingunum í 2014, so hevur vøkstur sum heild verið í tølunum fyri gistingarhúsini øll árini síðan 2013.

 

Gistingarhúsvinnan er sera árstíðarbundin. Virksemið slaku vetrarmánaðirnir er bert er ein sætting av virkseminum í juli mánaða, har flestu gistingarstøð eru fullsett. Í 2017 er ongin størri broyting í myndini í so máta, men sæð í mun til 2016 er innskrivingarnar tó hægri allar mánaðir, sigur Hagstovan.

 

Talið á útlendskum gestum er vaksandi og tað sæst aftur í lutfallinum millum føroyingar og útlendingar, sum gista. Vanliga standa føroyingar fyri triðinginum av innskrivingunum, men í fjør kom luturin hjá útlendingum upp á 70%

 

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein ”persónsgistinátt” (ella gisting) tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini ”innskrivingar”, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn og ”kamarsnætur”, sum er talið á nætrum, eitt kamar er útleigað.

 

Gistingarstøðini verða flokkaði í gistingarhús, íbúð og hús, ból og bita ella kamping.

 

Tað ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’ ella aðrar líknandi tænastur, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum. Tí eru gistingar í Airbnb ikki við í hesum hagtølunum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her