16 ára gamlar gentur skulu ikki giftast

Politikarar hava fingið tríggjar mánaðir til at hækka lághaldurin hjá gentum upp á 16 ár fyri at giftast

Politikarar hava fingið tríggjar mánaðir til at hækka lághaldurin hjá gentum upp á 16 ár fyri at giftast.

 

Grundlógardómstólurin í Indonesia hevur givið lóggevandi tinginum boð um at hækka lághaldurin hjá gentum fyri at giftast.

 

Sambært dómstólinum kann núverandi lágaldurin upp á 16 ár vera skaðiligur fyri genturnar.

 

Samstundis sigur Anwar Usman, dómari, at lógin er í stríð við eina aðra lóg um verju av børnum. Lógin ásetir børn sum ein persón undir 18 ár.

 

Ein felagsskapur av fyrrverandi barnabrúm og  javnrættindarstríðsfólkum metir avgerðina at verða eitt stig ímóti at steðga barnabrúdleypum í Indonesia.

 

Grundlógardómstólurin hevur givið landsins politikarum tríggjar mánaðir at endurskoða tað sonevndu 1974-lógina, sum snýr seg um brúdleyp. Dómstólurin kom tó ikki við einum viðmæli um ein hóskandi aldur hjá gentum at giftast.

 

Sambært verandi lóggávu kunnu gentur undir 16 ár giftast, um foreldur teirra søkja um undantaksloyvi frá einum átrúnaðarligum dómstóli.

 

Menn í Indonesia kunnu ikki giftast, fyrr enn teir eru 19 ár.

 

Á hvørjum ári verður ein av sjey indonesiskum gentum gift, áðrenn hon er 18 ár. Tað vísa tøl frá ST barnarættindafelagsskapinum Unicef.

 

Sjálvt um útbúgving og búskaparlig framstig hava minkað talið á barnahjúnarbondum í Indonesia, hevur talið ligið áleið á sama støði í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2015, upplýsir Unicef.

 

Royndir áður upp á at hækka lágaldurin hjá gentum at gitast í Indonesia hava verið miseydnaðar. Mótstøðan frá konservativum átrúnaðarligum kreftum hevur verið hørð í landinum, sum hevur heimsins hægsta tal av muslimum.

 

/ritzau/dpa