16 fiskiskip komin á Havnina at mótmæla

Tað verður eftir øllum at døma góð undirtøka fyri mótmælistiltakinum, sum Føroya Fiskimannafelag og Skipara- og Navigatørfelagið skipa fyri uttan fyri Løgtingið klokkan 9 í morgin.

 

16 fiskiskip eru komin á Havnina í nátt, og við útvarpið siga tey á Tórshavnar Havn, at fleiri eru á veg.

 

Mótmælistiltakið byrjar klokkan 9, ein tíma áðrenn tingfundin, sum bert hevur tvey mál á skrá, nevniliga uppskotini til fiskivinnunýskipan hjá ávikavist samgonguni og Sambandsflokkinum.

 

Á tiltakinum verða millum annað talur hildnar í Klubbagarðinum. Har verður tingfundurin eisini stroymdur á stórskíggja, og tað verður hann eisini á matstovuni Shanghai, sum fyriskipararnir hava leigað fyri dagin.