16 fólk í Kringvarpinum skulu arbeiða á bygd

Tað heldur Steinbjørn Ó. Jacobsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík.

 

Hann mælir til, at kringvarpslógin verður broytt soleiðis, at tað verður felt í lógina, at Kringvarp Føroya, umframt høvuðssæti í Havn, skal hava tvær redaktiónir við 5-8 fólk í hvørjari. Onnur heldur hann skal vera í Klaksvík ella har á leið, og hin í Suðuroy ella har á leið.

 

– Á tann hátt fáa vit eitt betri og víttfevniandi Kringvarp Føroya, skrivar Steinbjørn Ó. Jacobsen í lesarabrævi, sum KANN LESTAST HER.