fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (11:48)

18 nýggj grundstykki í Leirvík

Fríggjadagin varð sáttmálu undirskrivaður við RTS Contractors um útstykkingina av Fløtugerði í Leirvík.

 

Talan er um at grava út til 18 nýggj grundstykkir. Kostnaðurin fyri arbeiðið er góðar 5,7 mió. kr.

 

Arbeiðið byrjar komandi mánadag 15. januar og skal verða liðugt til 15. september 2018.

 

Okkurt bendir á, at tørvur er á nýggjari útstykking. Hóast eingi nýggj grundstykki hava verið tøk, er fólkatalið í Leirvík voksið við góðum 50 fólkum seinastu fimm árini, úr 851 íbúgvum í oktobur 2013 til 933 í oktobur í fjør.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her