fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 12.09.2017 (20:58)

18 nýggj grundstykki í Leirvík

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at bjóða út arbeiðstøkuna til byggibúning av 18 nýggjum grundstykkjum á Fløtugerði í Leirvík. Nakrar broytingar skulu gerast í projekteringini, og síðan verður arbeiðið boðið út, væntandi seinni í heyst.

 

Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

 

Komandi ár verður farið undir at stykkja út í Norðragøtu. Ein skitsa fyriliggur, sum býráðið skal viðgera, og síðan verður farið undir at projektera, áðrenn arbeiðið kann bjóðast út.

 

Samstundis sum eftirspurningurin er stórur eftir at búgva í Eysturkommunu, hava nøkur grundstykkir staðið tøk undir Gøtueiði í fleiri ár. Býráðið hevur samtykt at lækka prísin á hesum grundstykkjum til 25.000 krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her