1998: Jóannes tryggjaði Nyrup valdið

Í dag eru 20 ár síðani fólkatingsvalið í 1998, sum setti Javnaðarflokkin í Føroyum og Jóannes Eidesgaard í eina heilt serliga støðu, sum øll í Danmark spent bíðaðu eftir

Í dag eru 20 ár síðani fólkatingsvalið í 1998, sum setti Javnaðarflokkin í Føroyum og Jóannes Eidesgaard í eina heilt serliga støðu, sum øll í Danmark spent bíðaðu eftir

 

Illstøða var millum danska og føroyska Javnaðarflokkinum eftir rokið um bankabjargingarnar í 1992 og í 1993. Henda støða førdi við sær, at Javnaðarflokkurin til fólkatingsvalið í 1998 boðaði frá, at flokkurin ikki fór at gerast partur av danska Javnaðarflokkinum í Fólkatinginum. Frammanundan høvdu føroyskir javnaðarmenn í Fólkatinginum altíð verið partur av tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum og taldu við í atkvøðutalinum hjá flokkinum.

 

Valið í Danmark gjørdist ein sannur gysari. Tí tá atkvøðurnar vórðu taldar, kundi Poul Nyrup Rasmussen bara telja upp í 90, um hann taldi føroyska og grønlendska javnaðarmannin við. Men tað kundi hann ikki. Og hóast Nyrup og hansara fólk alla náttina og morgunin eftir valið royndu at fáa fatur á Jóannes Eidesgaard, nývaldum fólkatingsmanni, so var hann ikki at hitta – og tí lá danska tjóðin í andaleypi.

 

Uffe Elleman-Jensen, formaður í Vinstra, hevði vantað sær at vunnið stjórnarvaldið frá Poul Nyrup Rasmussen. Og tað gjørdi hann – í øllum førum í Danmark. Og hann bíðaði sjálvandi eisini spentur eftir, um hann skuldi fáa óvæntaðan stuðul frá føroyska Javnaðarflokkinum.

 

Tað fekk hann tó ikki. Tá Jóannes Eidesgaard umsíðir trein fram dagin eftir fólkatingsvalið boðaði hann frá, at hann fór ikki at fella eina Javnaðarstjórn, men hann fór heldur ikki at stuðla henni uttan treytir. Og tær skuldu greiðast, áðrenn hann kundi vátta sín stuðul soleiðis, at Poul Nyrup Rasmussen kundi skipa nýggju stjórnina.