200.000 mótmæla rættarmál móti loysingarfólki

12 persónar eru ákærdur fyri teirra leiklut í sponsku loysingarkreppuni. Rættarmálið hevur ført til stór mótmæli

Umleið 200.000 fólk vóru í dag í gøtunum í Barcelona fyri at mótmæla rættarmáli ímóti 12 katalonskum loysingarfólkum.

 

Rættarmálið byrjaði týsdagin hesa vikuna í Madrid.

 

Tey 12 fólkini eru øll ákærd í sambandi við fólkaatkvøðuna um loysing í Katalonina 1. oktober í 2017.

 

Fólkaatkvøðan varð hildin hóast forboð varð sett fyri henni.

 

Í ákæruritinum stendur millum annað, at loysingarrørslan »gjørdi alt hon kundi til tess at náa málinum, eisini harðskap«.

 

Men nógv halda ikki, at tann ákæran hvørki er sonn ella rættvís.

 

– Tað er sera syrgiligt. Hetta er eitt politiskt rættarmál við nógvum manipulatiónum fyri at fáa tey dømd fyri okkurt, sum ikki er eitt brotsverk, sigur 48 ára gamli Jesus Rodriguez undir mótmælunum í dag.

 

– Tey vildu bara hava tey handan lás og slá, og tey vita væl, at tað ikki er forboðið at atkvøða. Tí uppfinna tey harðskap, sum ongantíð hevur verið, sigur Rodriguez.

 

Hann stendur á odda fyri einum bólki av sonevndum castellers, sum skapa siðbundin katalonsk torn av fólki á herðunum á hvørjum øðrum.

 

Skelti við tekstum sum »Fræsli til politiskar fangar« og »Sjálvsavgerarrðttur er ikki eitt brotsverk« sóust undir mótmælunum.

 

Eisini veiftraði gula, reyða og bláa katalanska flaggið.

 

Løgreglan á staðnum heldur, at 200.000 mótmælisfólk vóru, meðan fyrireikararnir sjálvir halda, at teuy vóru upp ímóti 500.000 mótmælisfólk.

 

Carles Puigdemont, sum stóð á odda fyri loysingarrørsluni sum økisforseti í Katalona, er ikki millum tey 12 ákærdu. Puigdemont er eftir egnum vilja í útlegd í Belgia.

 

Sambært spanskari lóg kann ein so álvarsom søk ikki førast in absentia – altso har mistonkti ikki er til staðar í rættarsalinum.

 

Hildið verður serliga eygað við fyrrverandi katalanska varaforsetanum Oriol Junqueras.

 

Hann kann vænta sær upp til 25 ára fongsul, um hann verður kendur sekur í uppreistri og misnýtslu av almennum midlum.

 

Onnur á ákærubeinkinum eru limir í táverandi stjórnini í Katalona ella limir í landspartatinginum eins og leiðarar frá máttmiklu loysingarbólkunum.

 

/ritzau/AFP

 

Mótmælisfólk við mynd av fongslaða katalanska loysingarmanninum Jordi Cuixart og veittra við katalanska loysingar Estalada flagginum undir mótmælinum í dag